Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lisitatión av skúladepli útsett

ÚTBOÐ: Orsakað av, at føroyska vinnan ikki kennir seg á nóg tryggari grund í sambandi við útbjóðingartilfarið av Skúladeplinum við Marknagil, hevur Landsverk sum byggiharri gjørt av at útgreina og tillaga partar av tilfarinum. Hetta ber í sær, at lisitatiónin er útsett til 21. august.

Ongantíð áður hevur føroysk byggivinna staðið yvir fyri eini so stórari verkætlan, sum í sambandi við Skúladepilin við Marknagil. Tað sæst eisini aftur í útbjóðingartilfarinum, sum er bæði rúgvismikið og øðrvísi. Hetta hevur elvt til ávísar ivaspurningar hjá byggifyritøkum í sambandi við útbjóðingina.

Í samráð við Mentamálaráðið og Vinnuhúsið umboðandi byggivinnuna gjørdi Landsverk sum byggiharri av at bjóða arbeiðið út í átta stórarbeiðstøkur, har áhugaðar fyritøkur kundu bjóða upp á eina, fleiri ella allar arbeiðstøkurnar í verkætlanini.

Hóast útbjóðingartilfarið er evnað til eftir teimum forskriftum, sum verða nýttar í flestu grannalondunum í sambandi við størri byggiverkætlanir, so hava umboð fyri føroysku byggivinnuna eftir útbjóðingina víst á, at tey halda tilfarið vera heldur torgreitt og óneyvt. at fyrihalda seg til.

Eftir at hava viðgjørt spurningin um útbjóðingina av nýggjum, er leiðslan á Landsverki komin til ta niðurstøðu, at tá tað eru so nógvir ivaspurningar í sambandi við partar av útbjóðingartilfarinum, er best, at hesir partar verða tillagaðir, so tær undangóðkendu byggifyritøkurnar kenna seg á tryggari grund.

Hetta verður gjørt út frá teirri fatan, at um byggingin av eini slíkari stórari og torgreiðari verkætlan skal eydnast til fulnar, krevur hetta, at allir partar skilja verkætlanina til fulnar. Hetta fyri at kunna bjóða seg fram og kenna seg heilt tryggar við hesa stóru uppgávu, sum stendur fyri framman.

Landsverk er nú í ferð við at gera nakrar broytingar og senda útbjóðingartilfarið út av nýggjum. Hetta merkir, at lisitationin av Skúladeplinum við Marknagil er útsett til 21. august 2012.