Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lisitatión: Asfaltering í Trøllanestunlinum

Hósdagin 6. september var lisitatión á Landsverki í sambandi við asfaltering av Trøllanestunlinum.

Tvey boð komu inn. Landsverk átti tað lægra boðið, sum var á 1.290.645 krónur. Hægra boðið átti EM-Asfalt, og tað ljóðaði á 1.789.000 krónur. Í báðum boðunum varð fyrivarni tikið. Landsverk tók fyrivarni fyri, at bátur er tøkur til at flyta asfaltið út í Kallsoynna, og fyri prísvøkstri. EM-Asfalt tók fyrivarni fyri prísvøkstri.

Trøllanestunnilin er ein eitt-breytaður tunnul, sum er 2.250 metrar til longdar. Við í boðnum er úttakið miðskeiðis í tunlinum upp á umleið 200 metrar út í Djúpadal.