Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lip- og lymfødembólkurin skipar fyri hugnaløtu og workshop 23. mai kl. 19.00

Kom til hugnaløtu hjá Lip- og lymfødembólkinum      
 
Hevur tú lipødem ella lymfødem? Hóskvøldið 23. mai verður hugnaløta hjá Lip- og lymfødembólkinum hjá Krabbameinsfelagnum. Anne Lisa Davidsen og Eyðbjørg Djurhuus hava verið í Danmark á Workshop hjá DALYFO, tær koma at hava eina workshop saman við tykkum um nýggjastu vitan og viðgerð innan lip- og lymfødem. Eisini verður nevndarval og ein drekkamunnur á skránni.
 
Hugnaløtan verður hósdagin 23. mai 2019 kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, á Grønlandsvegnum 58 í Havn.
 
Vinaliga boða frá luttøku á kmf@krabbamein.fo ella á telefon 317959, innan mikudagin 22. mai kl. 12.00, so vit vita hvussu nógv vit skulu gera drekkamunn til.
 
Vinaliga
 
Eyðbjørg Djurhuus, forkvinna í Lip- og lymfødembólkinum