Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lip- og lymfødembólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu

Lip- og lymfødembólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri hugnaløtu týskvøldið 16 mars 2021 kl. 19.00. À skránni verður hugni, prát og ein drekkamuður.

Lip- og lymfødembólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu 

Lip- og lymfødembólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri hugnaløtu týskvøldið 16 mars 2021 kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, á Grønlandsvegi 58, í Havn. 

À skránni verður hugni, prát og ein drekkamuður. 

Nevndin fer at greiða frá , hvat hon hevur arbeitt við í seinastuni, innan økið. 

At práta og fáa góð ráð, um tað man hevur til felags, kann verða gott og gevandi. 

Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð. 

Um tú ynskir at luttaka, vinarliga boða frá í seinasta lagi týsdagin tann 16 mars. kl. 12.00 á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo