Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lions-hugni í Plantasjuni sunnudagin

Seinnapartin sunnudagin skipar Lions Club Tórshavn fyri árliga adventshugnanum í Plantasjuni í Havn, har fólk kunnu keypa bæði jóladekoratiónir, brenni og tilfar til dekoratiónir og vera við til at stuðla keypi av tandem-súkklum til blind og sjónveik.

Tað er einki minni enn 25. árið á rað, at Lions Club Tórshavn nú sunnudagin, 1. desember, skipar fyri adventshugna í Plantasjuni í Havn. Tiltakið byrjar klokkan 14 og heldur fram til klokkan 16.30, og eins og øll hini undanfarnu árini, gongur tiltakið út uppá at útvega pengar til okkurt vælgerðar endamál.

Hesaferð fer allur ágóðin til Sjóndepilin og Blindafelagið, so tey kunnu keypa nýggjar tendem-súkklur til blind og sjónveik. Tvey kunnu sita á hesum súkklum í senn, so ein síggjandi kann stýra, meðan tann blindi ella sjónveiki kann njóta túrin og saman við hinum traðka á pedalirnar.

At Lions velur at hjálpa og stuðla blindum, er ikki nakað nýtt, tí fleiri ferðir fyrr hevur Lions Club kring knøttin sett tey blindu og sjónveiku á dagskránna, við brillum til blind í menningarlondum og øðrum tiltøkum. Í hesum Lions-árinum hevur Lions Club Tórshavn sett fokus á blind og sjónveik, og tí verður keypið av tandem-súkklunum stuðlað hesaferð.

Kakao og horntónleikur

Annars er tiltakið í plantasjuni sunnudagin, sum er fyrsti sunnudagur í advent, eitt familjutiltak burturav, har øll eru hjartaliga vælkomin, og nógv verður gjørt burturúr at hugna um hjá bæði smáum og stórum. Millum annað fer jólamaðurin at geva sær stundir til at koma ein túr framvið við onkrum góðum í posanum.

Aftur í ár fara limir í Havnar Hornorkestri at hugna um løtuna við jólaligum horntónleiki, og sjálvt økið verður pyntað við ljósketum, umframt at bál verður tendrað og livandi ljós eru sett fram við ánni. Kaffi, kakao, bollar, vaflur, mandarinir og sunkist fæst til keyps á staðnum, og eisini ber til at keypa lidnar jóladekoratiónir ella tilfar til dekoratiónir, um fólk hava hug at hugna sær víðari heima við hús.

Henda góða løtan við adventshugna er blivin ein afturvendandi táttur, sum er fyriskipaður í góðum samstarvi við Skógrøkt Landsins, og á hvørjum ári hava fólk verið ófør at vitjað og harvið stuðlað einum góðum endamáli, samstundis sum farið verður inn í adventina og komandi jólatíðina.