Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Finn Danberg og Alfred Hummeland frá Team Rynkeby Føroyar taka ímóti teimum 39.000 krónunum, ið Gunnar Streymoy vegna Lions Club Føroyar handaði

Lions stuðlar Team Rynkeby

Dan Klein --- 05.07.2017 - 09:02

Ágóðin frá stórsteypadystinum í fótbólti ger, at Team Rynkeby Føroyar hevur nýggja og dagførda samskiftisútgerð á ársins súkkluferð til París

Fríggjanáttina setur Team Rynkeby Føroyar kós ímóti París, og við á ferðini hesaferð eru 44 súkklarar og 11 hjálparfólk, sum á henda hátt eru við til at savna inn pengar til krabbameinsrakt børn og familjur teirra.

Tá føroysku súkklararnir saman við næstan 1.600 øðrum súkklarum á 37 øðrum liðum fara undir tann stívliga 1200 kilometra langa teinin, er samskifti innanhýsis millum súkklararnar av allarstørsta týdningi, so øll vita av hvørjumøðrum og tað ber til at halda saman upp á stóra súkkluliðið.

Útgerðin trongdi undan ferðini í ár til útskifting og dagføring, og tí gjørdi Lions Club í Føroyum av, at ágóðin frá ársins stórsteypadysti í fótbólti skuldi fara til Team Rynkeby Føroyar, so neyðugu íløgurnar í samskiftisútgerðina kundu gerast.

Fingu 39.000 krónur
Á fundi í Lions Club herfyri vóru Finn Danberg og Alfred Hummeland frá Team Rynkeby Føroyar og tóku ímóti einum kekki upp á 39.000 krónur, ið Gunnar Streymoy frá Lions Club handaði teimum.

Har greiddu Finn og Alfred frá týdninginum av at hava røttu útgerðina til samskifti á ferðini, og samstundis takkaðu teir fyri gávuna og søgdu seg nú hava fingið møguleikan at binda um heilan fingur, so alt samskifti kann ganga fyri seg á besta hátt.

Ferðin hjá Team Rynkeby byrjar longu fyrrapartin hósdagin í Klaksvík, og síðani verður súkklað yvir til Leirvíkar, út á Toftir, norður til Streymnesar og síðani suður til Havnar. Haðani fer liðið fríggjanáttina klokkan hálvgum fýra til Danmarkar við Norrönu, og nakað eftir miðdag leygardagin byrjar so tann langi teinurin til París.