Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aksel Haraldsen, Finn Danberg og Alfred Hummeland taka vegna Team Rynkeby Føroyar ímóti stuðlinum frá Lions Club Tórshavn, sum forsetin, Poul Geert Hansen, handar teimum

Lions stuðlar Team Rynkeby

Fyrst í næsta mánaði fara 36 súklarar og 11 hjálparfólk súkklandi allan vegin úr “Rynkeby” í Klaksvík til París – alt samalt fyri at stuðla stríðnum ímóti barnakrabbameini.

Millum teirra, ið fegin rætta Team Rynkeby Føroyar eina hjálpandi hond, er Lions Club Tórshavn, sum júst hevur stuðlað føroyska súkkluhópinum við pengum til samskiftisútgerð.

Tað vil siga, at tað tí ber til hjá Team Rynkeby Føroyar at keypa 10 professionell “walkie-talkie” við oyratelefonum og mikrofonum, so munandi lættari verður at samskifta innanhýsis á ferðini.

Talan er um so mikið góða útgerð, at hon kann brúkast í fleiri ár, so trygdin hjá súkklarunum tær næstu ferðirnar á París-ferðini er enn betri, enn hon annars vildi verið.

Gongst sum ætlað, verður fráferðin úr Klaksvík hósdagin 3. juli, og saman við 1.100 øðrum súkklarum verður koyrt í kolonnu til Triumfbogan í París fríggjadagin 11. juli – í gulum troyggum og við Merkinum í hondini.

Lions Club Tórshavn fegnast um at kunna lætta um og hjálpa til, tá slík stór tøk verða tikin, so ferðin í allar mátar skal kunna eydnast væl og málið røkkast.