Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lions stuðlar Beranum

Ágóðin av árligu ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club Tórshavn fer hesaferð til Beran, sum við sjálvhjálparbólkum hjálpir børnum og ungum, ið hava mist foreldur ella systkin

Fjúrtanda árið á rað skipar Lions Club Tórshavn fyri stórari listaframsýning á ólavsøku, og hesaferð fara 46 listafólk at sýna fram eini 130 listaverk í Müllers Pakkhúsi, sum flestu árini hevur verið karmur um framsýningina, ið plagar at vera væl vitjað – ikki minst, tí fólk vita, at allur ágóðin av bæði listaverks- og atgongumerkjasølu fer til vælgerandi endamál.

Í ár fer ágóðin til Beran, sum hevur til endamáls at geva børnum og ungum, ið hava mist foreldur og ella systkin við deyða, eitt forum, har tey kunnu møtast og práta við javnlík. Hetta arbeiði verður gjørt við sjálvhjálparbólkum, sum skulu virka fyri, at børnini og tey ungu, sum frálíður, gerast betur før fyri at handfara sorgina yvir mist foreldur ella systkin. Upp á henda mátan hava tey størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey kunnu mennast og liva við missinum.

Serligur vinningur

Eins og undanfarin ár umboðar framsýningin myndlist í orðsins breiðasta týdningi, tí við á framsýningini eru bæði olju- og akrylmálningar, umframt vatnlitsmyndir, tekningar av ymsum slagi og skulpturar. Hartil er breiddin í skaranum av listafólkum eisini stór, tí talan er bæði um kend og minni kend listafólk, ið sýna fram.

Í sambandi við framsýningina verður eisini seldur ein lutaseðil, har vinningurin er ein málningur eftir Kára Svensson. Sum nakað nýtt, er tað Eik Banki, ið hevur stuðlað vinningin, ið hevur eitt virði upp á umleið 22.000 krónur.

Ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club Tórshavn letur upp í Müllers Pakkhúsi fríggjadagin 26. juli klokkan 16 og er opin alla ólavsøkuna. Fríggjadagin og leygardagin verður opið millum klokkan 16 og 20, og ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er opið millum klokkan 14 og 20.