Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað er altíð stak hugnaligt í Plantasjuni, tá Lions Club Tórshavn skipar fyri sínum árliga jólahugna fyrsta sunnudag í advent

Lions stuðlar Barnabata

Sunnudagin, sum er fyrsti sunnudagur í advent, skipar Lions Club Tórshavn fyri sínum árliga adventstiltaki fyri alla familjuna. Í ár fer stuðulin til “Í menniskjum góður tokki” hjá Barnabata.

Plantasjan verður pyntað við ljósum í greinunum, báli og ljósblussum í ánni, har sum tiltakið er millum klokkan 14.00 og 16.30, so tað verður so hugnaligt sum møguligt.

Sum vant, ber til at keypa sær jóladekoratiónir, tilfar til dekoratiónir og annað til hugnan og hitan, ið hoyrir adventini og jólunum til.

Eisini kemur Havnar Hornorkestur at lívga løtuna við nøkrum góðum tínum, og jólamenninir vitja við onkrum góðum til børnini. Og so ber annars til at keypa sær kakao, bollar, vaflur og sunkist.

Talan er um eitt tiltak, ið er fyri alla familjuna, samstundis sum fólk – eins og vanligt er, tá Lions Club Tórshavn skipa fyri – kunnu stuðla einum góðum og vælgerandi endamáli.

Hesaferð verður ágóðin av jólahugnanum latin “Í menniskjum góður tokki”, sum Barnabati skipar fyri.