Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lions ruddar slóð fyri føroyskum orðblindaskúla

Sjey prosent av øllum vaksnum danskarum siga seg vera orðblindar, og eini trý prosent hava álvarsligar trupulleikar við at lesa vanligan tekst. Flyta vit hesi tøl til Føroya, kunnu vit staðfesta, at í føroyska fólkaskúlanum eru einir 500 orðblindir næmingar

Vit hava onga kanning, sum vísir, hvussu nógv kunnu siga seg vera orðblind í Føroyum, men hyggja vit at føroyska fólkaskúlanum og bera danska talið, ið er staðfest við kanning, saman við gitta talið í Føroyum, so kundu umleið 500 orðblindir næmingar fylt ein stóran skúla í Føroyum. Og ein slíkan skúla strembar Lions Club Tórshavn eftir at fáa settan á stovn.

Tíggjufold fyri íløguna

Tørvurin á at hjálpa hesum rættiliga stóra bólki, ið er álvarsliga tarnaður av orðblindni, er so mikið grundleggjandi, at øll hesi fólkini fáa ikki veitt samfelagnum úrtøkuna burturúr tí, tey kundu latið samfelagnum, um tey fingu hjálp.

- Teir pengarnir, vit kundu brúkt, tá ið tey byrjaðu í skúlanum, høvdu komið samfelagnum tíggjufalt til góðar, sigur Rasmus Magnussen, nevndarlimur í Lions Club Tórshavn.

Á politiskum stigi

Lions Club Tórshavn hevur í samráð við tann gamla og roynda danska orðblindastovnin frá 1939, Ordblindeinstuttet í Keypmannahavn biðið stovnin gera eitt yvirlit yvir, hvat ið krevst fyri at seta ein føroyskan orðblindaskúla á stovn. Hetta yvirlit er latið øllum teimum politisku flokkunum í Føroyum at hyggja at og taka støðu til.

Endamálið er at skipa ein landsumfatandi serskúla fyri orðblind børn í Føroyum.

Stevnumiðið hjá skúlanum er at veita illa orðblindum næmingum eina førleika- og menningarliga undirvísing sambært fólkaskúlalógini.

1. august 2013

Føroya Orðblindaskúli, sum mælt verður til at rópa skúlan, virkar sum fakligur tilfeingisdepil hjá orðblindaundirvísingini í Føroyum fyri børn og vaksin.** Rasmus væntar at koma á mál við hesi framasøknu ætlan og er fúsur at greiða øllum avvarðandi myndugleikum frá ætlanini um at fáa skúlan stovnsettan longu 1. august í 2013.