Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lions hjálpir Fólkaháskúlanum

Sekstanda árið á rað skipar Lions Club Tórshavn fyri listaframsýning á ólavsøku, og verður framsýningin aftur í ár í Müllers Pakkhúsi, sum flestu árini hevur verið karmur um hana. Vanliga hevur framsýningin eisini verið væl vitjað, tí fólk vilja fegin stuðla góðum vælgerðartiltøkum. 

Hesaferð hevur Lions Club Tórshavn gjørt av, at ágóðin av ólavsøkuframsýningini skal latast Føroya Fólkaháskúla, sum hevur til endamáls at vekja ans fyri andligum og kropsligum mentum, og at upplýsa og menna tað einstaka menniskjað og felagskapin allan.

Síðstu tíðina hevur verið frammi, at háskúlanum tørvar ábøtur og viðlíkahald, ið kostar nógvar pengar, og millum annað skal tak skiftast. Við ágóðanum frá ólavsøkuframsýningini vónar Lions Club Tórshavn, at eitt munagott íkast kann gevast til tað arbeiði, tørvur er á.

Trý verk í part
Framsýningin verður í døgunum 27. til 29. juli, og er gjørt av, at hvør framsýnari kann hava í mesta lagi tríggjar málningar ella verk við á framsýningini. Vanliga stendur ikki á at fáa listaverk til framsýningina, men okkurt av árunum hevur verið í so trongligt, so tí er henda avmarking ásett.

Tey, ið hava hug at sýna fram sýni listarligu avrik í Müllers Pakkhúsi á ólavsøku, kunnu seta seg í samband við Lions Club Tórshavn á lions.torshavn@hotmail.com ella ringja á telefon 224550 í síðsta lagi hósdagin 9. juli, og síðani fáa tey sendandi eitt tilmeldingarskjal at fylla út.

Málningar, ið skulu sýnast fram, skulu handast nevndini mikudagin 22. juli millum kl. 18 og 20 í Müllers Pakkhúsi, og eftir framsýningina verður skipað so fyri, óseldir málningar skulu heintast hósdagin 30. juli millum kl. 19 og 20.