
Seytjanda árið á rað hevur Lions Club Tórshavn sína árligu Ólavsøkuframsýning í Müllers Pakkhúsi
Aftur í ár skipar Lions Club Tórshavn fyri Ólavsøkuframsýning í Müllers Pakkhúsi
Seytjanda árið á rað skipar Lions Club Tórshavn á ólavsøku í ár fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi, sum verður í døgunum 27. til 30. juli.
Sum vant, eru øll seld atgongumerki við í lutakasti um ein málning hjá einum kendum listafólki, og haraftrat fer bæði sølan av atgongumerkjum og partvíst av málningum til vælgerandi endamál.
Týsdagin í næstu viku verður kunngjørt, hvat endamálið verður hesaferð, ið ágóðum av framsýningini skal fara til.
Listafólk kunnu í mesta lagi sýna fram tríggjar málningar í part, og freistin at boða frá luttøku á framsýningini, er týsdagin 19. juli, og málningarnir skulu latast inn til framsýningina fríggjadagin 22. juli.
Tey, ið ætla at fáa okkurt av sínum verkum sýnt fram í Müllers Pakkhúsi á ólavsøku, skulu annaðhvørt ringja til 597600 ella senda teldupost til lions.torshavn@hotmail.com, so fáa tey tilmeldingarskjal sendandi.
Framsýningin verður í ár opin 27. juli klokkan 16-20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14-20 og 30. juli klokkan 14-18.