Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Distriktsfundurin hjá Lions Club, sum verður í Føroyum um vikuskiftið, er størsta einstaka tiltakið, Lions Club í Føroyum hevur verið vertur fyri. Myndin varð tikin, tá ið altjóða Lions-forsetin, Barry Palmer, vitjaði fyri fimm árum síðani

Lions Club stórfingna vitjan

Fríggjadagin fekk Lions Club Tórshavn ikki færri enn 122 gestir úr Danmark, sum skulu vitja í fimm dagar í sambandi við árliga distriktsfundin, sum verður hildin á Glasir

Hóast bæði Føroyar og Grønland teljast millum mongu tjóðirnar, sum í altjóða høpi eru við í Lions Club International, er talan um so mikið smá landafrøðilig øki, at Føroyar og Grønland eru partur av distriktinum 106A, ið eisini fevnir um ein part av Danmark.

Um vikuskiftið var distriktsfundur, sum er árligi aðalfundurin fyri alt hetta økið, og hann varð hildin í Føroyum. Lions Club Tórshavn var vertur fyri fundinum á Glasi leygardagin, og í tí sambandi komu ikki færri enn 122 gestir úr Danmark hendavegin.

Gestirnir vitja í fimm dagar, so umframt sjálvan distriksfundin, fáa teir sæð land okkara og vitja ymsastaðni. Sunnudagin kundu gestirnir brúka, sum teimum lystir, men annars eru tilboð um serligar útferðir bæði í gjár og í dag, og leygarkvøldið verður stór veitsla.

Vitja í fimm dagar
Sum sagt, komu gestirnir til landið fríggjadagin, og móttøka var  í Müllers Pakkhúsi í Havn, har Annika Olsen, borgarstjóri, tók ímóti.

Leygardagin var sjálvur aðalfundurin, og tá varð fyrst greitt frá um Glasir, har Steinbjørn Hardlei, umsitingarstjóri, greiddi frá og gestarøðari var Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingarmálum.

Sjálvur distriktsfundurin var leygardagin millum klokkan 11 og 15, og um kvøldið var veitsla í Dansifrøi. Gestirnir fara avstað aftur seinnapartin í dag

Distriktsfundurin 2019 er eitt tað størsta einstaka tiltakið, Lions Club í Føroyum hevur verið vertur fyri. Tað størsta higartil var í 2005, tá ið norðurlendski samstarvsfundurin hjá Lions Club var her, og ta ferðina vóru gestirnir 300 í tali.

Petur Elias Petersen, forseti í Lions Club Tórshavn, fegnast um hetta sum eitt høvi at sýna Føroyar fram fyri gestunum – bæði sum fundar- og ráðstevnuland, men ikki minst sum eitt gott land at vitja.