Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Müllers Pakkhús er aftur í ár karmur um árligu ólavsøkuframsýningina hjá Lions Club Tórshavn

Lions aftur í Müllers Pakkhúsi

Dan Klein --- 12.07.2017 - 09:23

Nú tað stundar til ólavsøkuna, er Lions Club Tórshavn farið undir fyrireikingarnar til átjandu ólavsøkuframsýningina á rað

Eins og tey mongu seinnu árini, verður listaframsýningin hjá Lions Club Tórshavn á ólavsøku aftur hesaferð í hugnaligu hølunum í Müllers Pakkhúsi, og – enn sum áður – fer allur ágóðin av framsýningini óskerdur til eitt vælgerandi endamál.

Í ár verður framsýningin opin frá hósdegnum 27. juli til og við sunnudagin 30. juli, og sum vanligt verður talan um eina sera fjølbroytta og blandaða framsýning, har bæði leik og lærd listafólk sýna fram listaverk síni. Hetta er søluframsýning, so við at keypa eitt listaverk ber til at stuðla einum góðum endamáli við einum fittum parti av upphæddini.

Júst nú er Lions Club Tórshavn í ferð við at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til ársins framsýning, og í hesum sambandi er nú klárt hjá framsýnarum at gera vart við seg. Hvørt listafólk kann í mesta lagi hava trý listaverk við á framsýningini, og freistin at tekna seg til framsýningina er úti fríggjadagin 21. juli.

Listafólk kunnu tekna seg við at brúka tekningarskjalið, ið finst á heimasíðuni lions.fo. Listaverkini, ið skulu við á ólavsøkuframsýningina í Müllers Pakkhúsi hesaferð, skulu latast inn sunnudagin 23. juli millum klokkan 18 og 20, og óseld listaverk kunnu heintast aftur sunnukvøldið 30. juli millum klokkan 18.30 og 20.

Enn er endalig avgerð ikki tikin um, hvat vælgerandi endamál ella felagsskapur skal fáa allan ágóðan av framsýningini hesaferð, men boðað verður frá hesum, so skjótt sum tað er greitt.