Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Línubátarnir eiga at fáa tillutað toskakvotuna á Flemmish Cap

Línubátarnir eiga at fáa tillutaða toskakvotuna á Flemmish Cap Tað er einasta rætta, eftir míni meining, og somu áskoðan høvdu fleiri, tá hesin spurningurin varð viðgjørdur í Løgtinginum í farnu viku. Hetta er heldur ikki meira enn rætt og rímuligt, tá tað vóru línubátarnir, sum gjøgnum áratíggju, ár eftir ár, útvegaðu okkum hesi søguligu fiskirættindi á Flemmish Cap.

Føroyska samfelagið er vinnarin

At lata línubátunum fáa toskakvotuna uppá 2.200 tons á Flemmish Cap við teirri treyt, at fiskurin skal um føroyskan bryggjukant, verður til gagns fyri alt tað føroyska samfelagið. Línuskipini fáa eitt fíggjarligt íkast til rakstur og lønir til manningina, umframt at tey hesa tíðina, tey eru á Flemmish Cap, ikki troyta teir føroysku fiskigrunnarnar. Fáa línuskipini kvotuna á Flemmish Cap, ivist eg ikki í, at vit fara at fáa eina útskifting av verandi gomlu línuskipum til frystilínuskip, ið verður við til at flyta fiskiskapin og fiskaframleiðslu longur fram á leið. Tað verður gagnligt, bæði fyri dygdina á fiskinum og fiskaframleiðslu á landi. Føroysku fiskavirkini, ið mangla rávøru fáa atgongd til hesi 2.200 tonsini av toski, sum vil gera arbeiðið á virkjunum meira støðugt og ávirka rakstrarúrslitð positivt.

Arbeiðsfólkini á fiskavirkjunum fáa eitt meira støðugt arbeiði, og møguliga koma fleiri fólk í arbeiði, við tað at henda toskakvotan gevur einum 20-25 fólkum støðugt arbeiði alt árið. Hetta fer eisini í ávísan mun at koma verkstøðum, handlum og øðrum tænastuvinnum til góða.

Somuleiðis hevði tað økt um útflutningin við tað, at vit koma at tilvirka toskin til ta søluvøruna, sum hevur besta prísin á heimsmarknaðinum, tað veri seg flak, saltfisk v.m., og hetta er gagnligt fyri allar partar, tí vit skulu hava so nógvar krónur fyri hvørt kilo sum gjørligt.

Hvør missur so av at línubátanir fáa toskakvotuna á Flemmish Cap? Jú tað eru flakatrola-rarnir, sum hava fiskað kvotuna seinastu árini, men eg meti, at hesir tola at vera toska-kvotuna á Flemmish Cap fyri uttan, við tað at teir hava fingið økta toskakvotu í Barents-havninum, sum vit hava gjørt avtalu um við Rusland. Afturfyri fáa russar 50.000 tons av svartkjafti og 13.500 av makreli. Harumframt hava hesir bátarnir kongafiskakvotu í Irmingarhavinum, og væntandi loyvi til at fiska makrel í føroyskum sjógvi.

Endamálið við at tilluta línubátunum kvotuna á Flemmish Cap er, at tað samlaða føroyska samfelagið, tað veri seg eigarar, skip, skipsmanningar, fiskavirkir, arbeiðsfólk á fiskavirkjum, tilknýttar vinnur á landi, umframt lands-, og kommunukassar, skulu fáa ein størri vinning burtur úr hvørjum kilo av okkara kvotu/tilfeingi enn higartil.

Alfred Olsen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

----

Nú riggar at keypa blaðið á netinum

Í longri tíð hevur søluskipan okkara ikki riggað. Hetta hevur so ført til, at Knassar hevur arbeitt við at loyst trupulleikan. Nú hava viðskiftafólk endiliga roynt aftur, og siga frá, at skipanin nú riggar við VISA-kortinum. Sostatt ber til hjá øllum keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar.

Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html