Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lindin hevur stuðulsdag

Lindin hevur stuðulsdag nú leygardagin 20. okt. 2012.

Tíðindaskriv:

21. januar í ár vóru 12 ár liðin, síðani Lindin byrjaði at senda. Lindin hevur øll hesi árini fíggjarliga verið hildin uppi við føstum stuðlum og gávum, og sigast má, at var tað ikki fyri tann kærleika, ið trúføstu gevararnir vísa Lindini, bar als ikki til á hendan hátt at senda út gleðiboðskapin um náði Guds í Kristusi.

Øll hesi árini hevur Lindin verið í støðugari menning, og hettar kostar pengar. Bæði tíðarinnar tonn og økingin í sendineti og sendiflatu ger, at tað alsamt er tørvur á enn fleiri stuðlum. Tann tekniski parturin av Lindini er lutvíst niðurslitin, og hetta krevur støðugar ábøtur.

Komandi leygardag frá kl. 14 og til umleið kl. 23 verður spennandi stuðulsdagur í Lindini. Sent verður úr Klaksvík og Havn. Vit fara at práta við ymiskar gestir, bæði nær og fjar. Jenis av Rana, Preben Hansen, Erna Háberg, Teresa Damgaard-Jarnfoss, Malan K. Olsen, Rói Norðoy, Rógvi Joensen og Tór Arni Samuelsen fara at sita í útvarpsstovuni.

Høvið verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul ella at geva Lindini eina gávu. Í sendingini verður lutakast um góðar vinningar. Drigið verður bæði millum nýggjar og verandi stuðlar. Lutakast verður gjøgnum dagin, og kl. 23.00 verður drigið um høvuðsvinningin. Er onkur lurtari sum ynskir at lata ein vinning til sendingina, so eru tey vælkomin til tað.

Sendingin verður at hoyra í Lindini leygardagin 20. okt. frá kl. 14.00 til kl. 23.00

Umleið 50 fólk eru á ein ella annan hátt virkin í Lindini og av teimum virka flestu sjálvboðin.

Lindin verður fíggjað við gávum frá stuðlum, privatum og virkjum. Flestu stuðlarnir gjalda eina ávísa upphædd um mánaðin, samanlagt javnvigar fíggjarliga við áleið 1.4 mió. árliga.

Lindin hevur í dag 11 sendarar og vit røkka til uml. 85 % av føroya fólki. Lindin sendur 24 tímar um døgni.

FM sendarar hjá Lindini frá norðast til sunnast:

Eysturhøvdi, Svínoy 103,4 mhz. (bygdirnar eystan Múla)

Klakkur, Borðoy 103,0 mhz. (Klaksvík, Leirvík, bygdirnar á Kunoy og Kalsoy)

Varmakeldueiðið, 103,7 mhz. (Fuglafjørður, Kambsdalur og Gøturnar)

Á Gøtueiði 103,4 mhz. (bygdirnar við Skálafjørðin, Funningsfjørður og Gøturnar

Vestmanna 92,3 mhz. (Vestmanna og har um leiðir)

Sornfelli 98,0 mhz. (Norðurstreymoy og Kaldbaksfjørður)

Sørvágur 92,3 mhz. (Sørvágur, Bøð, Flogvøllurin, Vatnsoyrar og Gásadalur

Miðvágur 103,4 mhz. (Miðvágur og Sandavágur)

Nólsoy 101,0 mhz. (Tórshavn, Skálavík, alt miðøki og langt út um landið)

Oyrnafjall, Tvøroyri 105,0 mhz. (Tvøroyri, Øravík, Famjin og Hov)

Spinarnar, Suðuroy 105,5 mhz. (Sunnara helvt av Suðuroynni)