Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Limatiltak í Havnar Handverksmeistarafelag

Fríggjakvøldið 18. januar skipar Havnar Handverksmeistarafelag fyri limatiltaki um setanarprógv og um nýggju tryggingarnar, sum nú koma í gildi fyri allar handverksmeistarar.
 
Í oktober varð nýggjur tvey ára sáttmáli gjørdur við handverkarafeløgini. Á fundinum verður greitt frá broytingunum í nýggja sáttmálanum.
 
Á fundinum verður eisini tosað um setanarskriv. Lógin um setanarprógv sigur, at øll starvsfólk, ið eru sett í starv meira enn ein mánaða, og sum í miðal arbeiða meira enn 8 tímar um vikuna, skulu hava eitt setanarskriv. Á fundinum fara vit at gjøgnumganga dømi sum uppfylla lógarkravdu upplýsingarnar til setanarskriv.
 
Fyrsta punktið á skránni snýr seg tó um tryggingar. Føroya Handverksmeistarafelag hevur gjørt avtalu við LÍV um samlagstrygging fyri allar limir felagsins. Her verður kunna um tey praktisku viðurskiftini, nú tryggingarnar, lívstrygging og trygging móti ávísum hættisligum sjúkum, koma í gildi. Umboð fyri LÍV luttaka á fundinum.
 
Skrá:
1.   Lívstrygging og trygging móti ávísum hættisligum sjúkum til meistarar
 Steðgur
2.   Kunning frá sáttmálasamráðingunum
3.   Kunning um setanarskriv við praktiskari vegleiðing
 
Kaffi og kaka verður at fáa í steðginum millum evnini. Eftir framløgunar verður ábit. Tiltakið byrjar kl 17.00.
 
Tilmelding á industry@industry.fo. Nýggir limir eru vælkomnir.