Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Líkið, ið bleiv funnið leygardagin er endaliga eyðmerkt

Færøernes Politi - 2014-01-06 11:39 GMT

Í morgun bleiv líkið, ið varð funnið í Rættargjógv í Oyndarfirði leygardagin 4. januar 2014 kl. 13:44, endaliga eyðmerkt og staðfest bleiv, at talan var um 20 ára gamla Rana í Billutovu, sum leitað hevur verið eftir síðani ferðsluvanlukkuna í Oyndarfirði, leygarmorgunin hin 28. desembur 2013.