Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Líkið av Pidda vildi ikki á sjógvin

Úr arkivinum: Líkið av Pidda vildi bara ikki á sjógv, tá tað endiliga kom nóg nógv trýst á í tunnlinum við yvirflatuvatni, og líkið reyk avstað, hendi næsti brølarin. Líkið av Pidda kom at liggja í einum ávísum øki, sunnanfyri Eiði, beint norðanfyri tunnilin við yvirflatuvatninum. Roynt varð at grava líkið niður, men tað miseydnaðist, tí teir rendu seg í massiva hellu undir bøkkinum.

Tá ið sakin í móti Kroatanum koyrdi við rættin, varð gjørt nógv burturúr einum biltúri, fríggjamorgunin, 4. November 2011. Milan Kolovrat, hevði lovað fyrrverandi konu Pidda, at koyra børnini í skúla hendan morgunin, tí hon, sum eisini er lærari á skúlanum við Løkin, skuldi vera ov troytt.

Ákæruvaldið hevði nevniliga eitt uppáhald um, at Milan Kolovrat, aftaná at hava sett børnini av við skúlan, var farin beinleiðis niðan á Gerðisveg, har hann skuldi hava dripið Pidda, fingið hann inn í bilin, og koyrt líkið til Norðoyartunnilin, har tað lá, til funnið varð útav, hvat so skuldi henda.

Líkið kom at ligga í tunnlinum, men tað var als ikki við hetta høvi, men tað kunnu vit koma aftur til einaferð seinni.

Ákæruvaldið hevði gjørt eina tíðarætlan fyri hesum biltúrinum, sum langt frá passaði. Tá onnur royndu at gera sama túrin, og simuleraðu steðgir, ið ikki kundu sleppast undan, og ansaðu eftir at halda ferðini innanfyri ásettu mørkini í økinum.

Tað vísti seg, at túrurin tók munandi longri tíð, enn ákæruvaldið hevði ávíst, at tað ikki var sannlíkt, at Piddi varð dripin við hetta høvi.

Aftaná kunnu vit eisini staðfesta út frá vitnifrágreiðingum, at tað einasta, sum var trúligt hendan morgunin var, at børnini vóru koyrd í skúla, og so kunnu vit staðfesta, at nógv varð gjørt fyri at halda fast uppá, at Piddi varð dripin, hóskvøld ella fríggjamorgun, tí facebook-prógv blivu framskrivaði í heilt døgn, fyri at fáa kroatran trýstan niður í hesa ávísu spenni-troyggju.

Men onki av hesum kundi bera til, tá fleiri vitnir høvdu sæð Pidda leygardagin 5. November 2011, og hann var eisini sæddur við grilluna í SMS seint sama kvøld. Ongi av hesum vitnum hevði ákæruvaldið ella verji, áhugað fyri, og tíansheldur nevningarnar, sum bara gapaðu og svølgdu. Hetta vildi koppa sakini, tí Piddi tá sannlíkt ikki var dripin fyrr enn seint leygarkvøldið, 5. November 2011 ella sunnumorgun, 6. November 2011.

Nakað, sum ongin tá visti, uttan bara løgreglan, Kringvarpið, og vitnir, var hendingin suðuri á Vatni á Eiði, mánadagin, 7. November 2011 kl 15:30. Tað skuldi bara krógvast sum mansmorð, tí hetta kann vera orsøkin til, at vitnini, sum høvdu sæð Pidda fríggjadagin 4. November 2011 og leygardagin 5. November 2011, ikki skuldu hoyrast, tí hetta vildi sannlíkt koppa myndina hjá løgregluni.

Vit minnast, at panikkur var í teimum, sum í leigubilinum frá 62 Norður, komu niðanaftur á byrgingina suðuri á Vatni á Eiði, mánadagin 7. November 2011. Okkurt var gingið galið, skrivaðu vit í avdúkandi grein herfyri, og kundu eisini ávísa, at Karl Martin Andreasen, og konan, eftir hetta kundu eyðmerkja annan persónin í leigubilinum at vera Milan Kolovrat, sum bleiv dømdur 14 ára fongsul fyri at hava myrt Pidda.

Tey bæði eyðmerkja ikki bara annan mannin suðuri á Vatni hendan mánadagin 7. November 2011. Tey stuðla eisini uppundir frágreiðingina hjá Emil Sólsker, sum hevur greitt frá sínari eygleiðing av bilinum frá 62 Norður, og teimum báðum persónunum, sum hann eisini sá lata baklúkuna á bilinum aftur, og fara avstað í skundi.

Men hesin panikktúrurin niðan aftur á vatni, skuldi vísa seg ikki at vera einasti trupulleikin hjá teimum báðum í leigubilinum frá 62 Norður.

Onnur viðurskiftir riggaðu heldur ikki, sum tey skuldu hendan dagin.

Eiðismaðurin, Emil Sólsker, hevur fyrr sagt, at hann ikki undraðist serliga nógv tann mánadagin 7. November 2011, men tá róp kom í 17. November 2011, at Piddi var ongastaðnar at finna, byrjaði hann at seta hendingina í perspektiv, og eftir hetta, gjørdi hann eisini sínar egnu kanningar, bæði Suðuri á Vatni, og vestanfyri.

Tað eru hesar eygleiðingar, sum vístu, at líkið av Pidda, sannlíkt var steðgað í einum hyli á veg oman á sjógv úr tunnlinum vestanfyri, tí tað vísti seg, at á økinum norðanfyri tunnilin, vóru somu tekin at síggja í bønum, sum hann hevði eygleitt omanfyri brunnin á vatninum, nevniliga nakað, sum minti um, at sýra hevði brent seg niður í vøllin.

Tað var fyri Emil Sólsker, týðuligt, at roynt var at grava líkið av Pidda niður, tí støðan var blivin hættislig, og tíðin hevði drigið út, panikkur valdaði, tí stórur vandi var fyri, at vitnir kundu síggja hvat gekk fyri seg.

Tað bar ikki til at grava líkið niður, tí beint undir bøkkinum var massiv hella allastaðni. Emil Sólsker, heldur tí, at teir vóru noyddir at lata líkið liggja í nakrar dagar, men royndu at krógva tað sum best, til teir fingu høvi til at fara norður aftur, og senda tað á sjógvin.

Men í fyrsta umfari vildi líkið av Pidda ikki á sjógv.

Vit koma við meira í komandi blað.