Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Líkið av einum manni funnið í Rættargjógv í Oyndarfirði

Frá løgregluni:

Í dag kl. 1344 bleiv líkið av einum manni funni í sjónum innast í Rættagjógv. Líkið bleiv bjargað og flutt umborð á Brimil og síðani ført til Havnar.

Endalig eyðmerking er ikki gjørd, men alt bendir á at talan er um tann saknaða 20 ára gamla Rana í Billustovu úr Oyndarfirði, sum hevur verið saknaður síðani leygarmorgunin hin 28. december 2013.

Tað hevur annars verið ein stór og umfatandi leiting gjørd í allan dag, har umleið 400 sjálvboðin fólk og umleið 70 bátar hava luttikið. Leita hevur verið sera víða bæði á landi og sjógvi.

Brimil, Tjaldrið og Hvidbjørnen samskipaðu leitingina á sjónum við hjálp frá millum øðrum bjargningarbátunum Lív, Ziska og Sverri. Esini hevur tyrlan luttikið í leitingini.

Tey avvarðandi eru sera takksom fyri alla hjálp og stuðul tey hava fingið og vilja takkað øllum, ið hava luttikið í leitingini.

------

Tað var Dagunn Nolsøe Ólavsdóttir, úr Oyndarfirði, sum fyrst kunngjørdi tíðindini á Facebook, áðrenn portalar og onnur komu á banan við stórtíðundunum, sum allir føroyingar høvdu bíða eftir.