Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Líka løn til javnsett størv

Tað svitast ikki – tá toppanir í Føroyum skulu viðgera sína egnu lønir og eftirlønir, situr man eftir við einum keðiligum smakki í munninum. Ikki tí at landsins leiðarar ikki skulu hava eina rættvísa og góða løn, men tí at øll hini alment settu skulu haldast niðri og ikki fáa eina rættvísa viðgerð av teirra lønum.

Í mánavís togtogast vit og stríðast fyri at lyfta lønirnar, soleiðis at tær samsvara við útbúgvingarstig, ábyrgd og samfelagstýdning, men politiski viljin her á landi er ikki til at gera nakað við lønarlagið, serliga ikki á arbeiðsøkjum, har stórir bólkar av kvinnum starvast.

Tað kundi tó veri so nógv lættari hjá øllum, eisini landsins stjórn. Lønirnar kundu bara verði settar í eina alment samtykta lønartalvu, soleiðis at javnsettar útbúgvingar, javnsett ábyrgd og javnsett størv vóru líka lønt. Landið hevði hug á einari slíkari loysn fyri nú nógvum árum síðani, men hví tað datt niðurfyri aftur, veit eg ikki.

Hugsið tykkum eina lønartalvu, har allir starvsbólkar hjá landinum vóru settir í eftir hesum leisti.

Jú, tað verður helst ein trupul telving, sum skal til, áðrenn ein slík talva sær dagsins ljós, men sæð yvir tíð eigur stríðið at vera tað vert.

Bara sáttmálasamráðingarnar, sum verða aftaná, at ein slík lønartalva er farin at virka, verða munandi lættari og kunnu tá brúktast til annað enn bert at togtogast um oyru. Men tað besta fer at vera, at tað verður gjøgnum skygt og púra greitt, hvussu nógv fólk eiga í løn, og hví tey fáa júst tað,tey fáa.

Landsstýrisfólk eiga at fáa eina skilagóða løn, men hon má eisini vera rættvís sæð í mun til, hvat námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, lærarar og onnur fáa. Annars skapar tað bert misstrivnað og misálit.

Komið og geri eina felags lønartalvu fyri øll alment sett starvsfólk nú!

Jógvan Philbrow

Næstformaður, Føroya Pedagogfelag