
Líka lítið av svartkalva í ár sum í fjør
Jákup Sverri hevur verið á svartkalvatúrinum fyri 2021. Miðalveiðan hvønn troltíma í ár var 66 kg/t, sum er nærum tað sama sum í fjør. Miðalveiðan fyri árini 1995-2020 var 115 kg/t, so enn er lítið at fáa.
Høvuðsføðin hjá svartkalvanum var svartkjaftur, og meginparturin av aldursgreinaðu fiskunum var 6-9 ára gamal.
Hesar kanningar hava verið gjørdar á hvørjum ári síðani 1995 fyri at kanna útbreiðslu og lívfrøði hjá svartkalva.
Øll túrfrágreiðingin kann lesast her.
Lise Helen Ofstad