Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Liðið hjá Per Kallsberg á odda í FM í bridge

Eftir eina slaka byrjan seinasta ár, gjørdi liðið hjá Per Kallsberg bart hesu ferð og fekk fult stigatal - 50 stig – fyrsta umfari í FM í bridge fyri lið.

Liðið hjá Per Kallsberg (Balle Mohr, Jóannes Mouritsen, Egil Sondum) vísti í fyrsta umfari í FM-kappingni fyri lið, at í ár skal annað skinn takast um bak.

Liðið skoraði 50 stig - móti Høgna Jacobsen og Símun Lassaberg.

Men føroyameistaraliðið hjá Boga Simonsen (Arne Mikkelsen, Arnbjørn Sivertsen, Jens Midjord, Jákup Hjaltalin, Hans Jacob Petersen) fingu eisini eina framúr byrjan - 49 stig - móti Símun Lassaberg og uppflytarunum Jónu Hentze.

Onnur deild var eitt sindur illa fyri, tí tvey lið meldaðu avboð. Tey bæði liðini vóru sett at spæla moti hvørjum øðrum fyrra dystirn - men fingu 0 stig í part.

Seinnu dystirnar taptu tey liðini 18-0 - eisini uttan dyst.

Liðið hjá Onnu Olsen (Eva Berg, Ninny Danielsen, Maria V. Hansen, Lail Nicolajssen) er á odda við 43 stigum.

Per og Balli liggja á odda í mulitlið í . deild. Multi lið er ikki endaliga uppgjørt í 2. deild.

Støðan í 1. deild

1. Per Kallsberg 50 stig

2. Bogi Simonsen 49 stig

3. Símun Lassaberg 30 stig

4. Salomon Johansen 22 stig

5. Høgni Jacobsen 13 stig

6. Jóna Frida Hentze 10 stig

2. deild

1. Anna Olsen 43 stig

2. Jórun Johannesen 37 stig

3. K.B.I. Klaksvík 36 stig

4. Guðjón Guðjónsson 2 stig

5. Óli Holm 0 stig

6. Haldor Ellingaard 0 stig