Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FM_vinnarar: Føroyarmeistarar í bridge fyri lið 2015. Arne Mikkelsen, Pól Egholm, Allan Dal-Christiansen og Balli Mohr.

Liðið hjá Balla Mohr vann FM í bridge

Liðið við Balla Mohr (Arne Mikkelsen, Pól Egholm og Allan Dal-Christiansen) vann FM fyri lið 2015 á liðnum hjá Robert Langgaard. 

Finaludagur var í Bridghúsinum leygardagin 21. mars.

Liðið hjá Balla Mohr hevði vunnið innleiðandi kappingina og í semifinaluni vunnu teir á liðnum hjá Óla Holm (Dia Poulsen, Hans i Líðini, Hans Jacob Petersen og Jákup Hjaltalin). Í hinari semifinaluni vann liðið hjá Robert Langgaard (Reimund Langgaard, Jaspur Langgaard, Marner Joensen og Árni M. Dam) á liðnum hjá Boga Simonsen (Árant Berjastein, Jens Midjord, Arnbjørn Sivertsen og Dia Jacobsen).

Liðið hjá Óla Holm bleiv nummar trý, tí liðið hjá Boga Simonsen møtti ikki til dystim um triðja plássið.

B-finalan var skipað sum eini mini-lið kapping, har tey fimm liðini spældu øll móti øllum - 10 spøl hvønn dyst.

Sera spennandi kapping, sum endaði við, at liðið hjá Jónu Hentze (Bjarki Johannesen, Leivur Holm, Kjartan Kristiansen, Egil Helmsdal og Eli Zachariassen) vann. Nummar tvey gjørdist ABC Shuttle (Danny Danielsen, Tordis Johannessen, Jens Pauli G. Nolsøe og Halberg Arnfridsson).