Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Liberal-sosiali profilurin hjá Sambandsflokkinum

Útgangsstøðið:

Sitandi samgonga hevur nú útint sín politikk í skjótt 2 ár og tí ber til at gera nakrar eftirmetingar av førda politikkinum. Á fleiri økjum er samgonguavtalan ógreið og leyst orðað, so út frá tí, er væl møguligt hjá samgonguni at tulka og broyta rætning leypandi. Tað eru kortini nøkur ítøkilig mál, sum vit kunnu eftirmeta.

Øllum kunnugt hevur landskassin eitt stórt árligt hall á fíggjarlógini og akkumulerar skuld. Harafturat vísir arbeiðsloysið seg varandi høgt og vit hava eina nettofráflyting av føroyingum. Ovurstóra veiðitrýstið eftir pelagiskum fiski er eftir øllum at døma løtuvinn¬ingur.

Útgangsstøðið í samfelagsbúskapinum er tí partvíst stagnatión og vantandi grundarlag fyri varandi vøkstri.

Langtsiktaði búskaparpolitikkurin miseydnaður

Samfelagsbúskapinum tørvar uppá styttri sikt konjunkturjavnandi politikk, herundir virksemisskapandi íløgur, rationaliseringar o.a. – hesin búskaparpolitikkur hevur sum endamál at skapa stabilitet, steðga fallandi virksemi og steðga øktum arbeiðsloysi.

Sjálvt vanligi raksturin av samfelagnum er ein trupulleiki – eitt dømið er seina útskrivingin av veiðiloyvunum á Flemish Cap. Ein skandala at drálað verður so leingi, at veiðitíðin er farin, tá loksins byrjað verður at fiska. Eitt dømið um, at fiskivinnuumsitingin eigur at flytast frá politiska myndugleikanum til ein óheftan fakligan stovn og gerast skulu fastar mannagongdir.

Uppá longri sikt krevjast bygnaðarbroytingar og nýggjar javnvágir í búskapinum, herundir nýggir vinnukarmar, nýggjar støðugar inntøkur - hesin politikkur hevur til endamáls at skapa meira varandi vøkstur, niðurgjalda skuld og minka arbeiðsloysið. Til at tilrættaleggja og seta í verk hetta arbeiðið hevur løgting og landsstýri havt tíðina líka síðan byrjanina av fíggjarkreppuni í 2008 ella umleið 5 ár.

Tað er greitt, at arbeiðið við bygnaðarbroytingum er miseydnað – bestu prógvini um tað er leingi ætlaði kommunureformurin, har landsstýrið legði avgerðina til fólkið og harvið megnaði ikki sjálvt at loysa uppgávuna. Síðan er tað fiskivinnan, har tað í verkætlanini um Nýskipan av fiskivinnuni í veruleikanum ikki er lagt upp til nakrar broytingar – tvørturímóti skal alt verða, sum tað hevur verið seinastu 18 árini á fiskivinnuøkinum. Tann flokkur og tann persónur, sum er ímóti øllum broytingum og menning á fiskivinnuøkinum er settur at leiða verkætlanina um eina Nýskipan av fiskivinnuni.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur í fjølmiðlunum eftir 2. viðgerð um áseting av veiði- og avreiðingargjøldum fyri 2013: “Tað er einki endamál í eini uppboðssølu.” Jú, endamálið er at tryggja landskassanum og føroya fólki, mest møguligt avkast av ogn føroya fólks. Hesin peningur ella avkast skal síðan brúkast til m.a. at kompenserað skerjingina í ríkisveitingini, tryggja okkara vælferðarsamfelag og skapa trivnað í samfelagnum.

Fólkaflokkurin hevur eittans endamál við leiðsluni av verkætlanini og uppskotinum um at skatta ónormalan vinning, og tað er, at onki skal henda á fiskivinnuøkinum. Ein slík skipan við td. skatting av ónormalum vinningi, sum lagt verður upp til, er ógjørlig at umsita og fáast at virka í praksis - og tí ongar inntøkur til landið.

Vit bíðað framhaldandi eftir betri samskipan og rationaliseringum av virkseminum á teimum 3 sjúkrahúsunum – til gagns fyri sjúklingarnar.

Vælferðin í vanda

Nú eldraøkið, sum landið umsitur, er við at kvalast í sparingum, hava vit brúk fyri inntøkum. Sum býráðspolitikari eri eg ikki sørt ørðkymlaður av tí støðu, sum vit eru komin í á eldraøkinum. Eg eri av tí fatan, at vald og gjald skulu fylgjast og at vit ikki skulu hava tvíbýtt málsøki.

Tað er ov vánaligt, at landsmyndugleikarnir brúka tøl frá 2009 sum grundalag fyri at yvirtaka eldraøkið og ikki tøl fyri 2012 við prís- og lønarhækkanum.

Eg sakni Sambandsflokksins sosiala profil í samgonguni. Flokkurin er ein demokratiskur og sosialt sinnaður flokkur, men hvar er tann sosiali profilurin?

Hinvegin er tað partvíst Karstin Hansen, landstýrismanni at takka fyri støðuna vit eru komin í – við stuðli frá Fólkaflokkinum. Hann var fíggjarmálaráðharri 2002, tá ríkisveitingin í einum høggi varð skerd við 366 mió.kr. - uttan nakað boð uppá at tillaga útreiðslurnar kombinerað við nýggjar inntøkur til landskassan. Tað gerst tí uppaftur neyðugari hjá Sambandsflokkinum at kompenserað landskassan fyri inntøkumissin, sum eisini fólkaflokkurin stóð fyri – eitt nú við avkasti frá folksins ogn o.a.

Politisk avrik

Tað er kortini nakrir glottar og avrik at hóma, sum Sambandsflokkurin hevur staðið fyri seinastu tíðina. Okkara landstýrismaður í mentamálum hevur sett hol á verkætlanina um Skúladepilin við Marknagil og skapt møguleikar at gjøgnumføra hesa verkætlan. Harafturat er gongd sett á útbyggingina av Kringvarpshúsinum. Tvær mennandi verkætlanir, sum eisini handla um organisatoriskar samanleggingar, rationaliseringar og fleiri møguleikar fyri menning.

Okkara landstýrismaður í vinnumálum hevur eisini gjørt ymiskt á vinnuøkinum, eitt nú sett á stovn granskarapark, strategiætlan fyri ferðavinnuna samstundis sum nógvar broytingar eru gjørdar í lóggávuni fyri at betra karmarnar hjá vinnuni.

Nakrar av hesum verkætlanum hava tikið langa tíð at seta á skinnarar, men nú verða tær so framdar í verki.

Flokkurin hevur víst ábyrgd í hesum truplu tíðum, men vit kunna gera tað betri og skulu altíð stremba eftir at gera tað betri.

Ikki langt eftir til val – hvar stendur Sambandsflokkurin

Sambandsflokkurin er ein liberalur flokkur, sum eisini er sosialt sinnaður. Tíverri er flokkurin vorðin ov nógv vavdur inn í eina samgongu, sum dregur flokkin burtur frá teimum politisku kjarnuvirðunum, sum flokkurin annars stendur fyri. Tað fer at stunda til eitt nýtt valskeið, so flokkurin hevur ikki langa tíð eftir at fremja neyðug mál og tiltøk, og soleiðis kunna vísa á munagóð avrik (flyta mørk við bygnaðarbroytingum o.a.).

Eg havi skilt, at øll tingmanningin og landsstýrisfólkini vórðu fyri langar tíð síðan samd um at royna eina uppboðssølu. Tí er tað ófatuligt, at ein einstakur landsstýrismaður og ein flokkur sleppur at leiða og stýra hesum økinum uttan nakra sum helst íblanding frá øðrum pørtum av samgonguni. Vit kunnu bara staðfesta við hesum arbeiðslagi, at útlitini fyri bygnaðarbroytingum og menning eru svørt.

Spurningurin er m.a., hvat Sambandsflokkurin fer á val uppá og hvat hann kann vísa á av veruligum avrikum.

Vit skulu við verandi borgarligu samgongu ikki virka á marknaðartreytum og kunnu ikki verða kappingarfør á vælferðarøkinum! Hvar er liberal-sosiali profilurin hjá Sambandsflokkinum, hvørjar eru greiðu politisku raðfestingarnar og hvat er alternativið til verandi samgongu?

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur fyri Sambandsflokkin