Leysur
Jóannes í Dali, bleiv latin leysur úr Vestre Fængsel í seinastu viku.
Tá átti ákæruvaldið ikki meira krút í byrsuni, og bumban var ongastaðnar at finna. Vit hava gjørt eina samrøðu við mannin, sum eisini varð kallaður samvitskufangi, tí fá eru í iva um, at hann sat varðhaldsfongslaður í útvið tríggjar mánaðir av berari hevnusøku.
Í greinini eru myndir, sum Jóannes í Dali, hevur tikið við einum sokallaðum "spión-penni", sum varð tikin frá honum. Hóast fongsulsmyndugleikarnir slettaðu myndirnar, so eydnaðist tað honum at endurskapa allar myndirnar, tá hann varð leyslatin.
Ákæruvaldið hevur latið Jóannes í Dali, fáa fleiri av lutunum aftur, sum hald varð lagt á.
Blaðið er sent haldarunum.
Lesið um hetta og annað í blaðnum frá 23. september 2011, sum eisini kann keypast her:
http://oyggjatidindi.com/arkiv.html