
Lestrarstyrkur til Ph.D.-verkætlan á Havstovuni
Havstovan, saman við Grønlands Naturinstitut, bjóðar nú lestrarstyrk til eina 3-ára Ph.D.-verkætan innan havlívfrøði.
Styrkurin er partur av verkætlanini "Marine top predators as ecosystem indicators in the central North Atlantic". Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðnum, og tann lesandi verður innskrivaður á Fróðskaparsetur Føroya.
Nærri lýsing av verkætlanini og kunning til umsøkjarar er at finna í Ph.D.-lýsingini her.
Umsóknarfreistin er 1. mars 2022 kl. 12 (danska tíð)