Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lestrarstuðul til fjarlesandi

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, vil hava at vita, nær skipanin fyri lestrarstuðul verður broytt, soleiðis at fjarlesandi eisini kunnu fáa stuðul.

”Arbeiðir landsstýrið við at broyta stuðulsskipanina, soleiðis at fjarlesandi eisini kunnu fáa útbúgvingarstuðul”? Tann spurningin fer Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, at seta Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, tá munnligir fyrispurningar aftur verða á skránni í løgtinginum.

Helgi Abrahamsen vísir á nógva tosið um, at tey ið flyta av landinum í lestrarørindum, ikki koma heimaftur eftir loknan lesnað. Í tí sambandinum hevur verið víst á fjarlestur á teimum økjum, har vit annars ikki kunnu bjóða útbúgvingar í Føroyum.

”Men samtíðis sum vit tosa um hetta, so bjóða vit ikki teimum lestrarstuðul, ið gera nýtslu av møguleikanum við fjarlestri,” sigur Helgi Abrahamsen. Tí vil hann hava at vita frá landsstýrismanninum, hvør orsøkin er til hetta, og nær roknast kann við, at skipanin verður broytt.

Í samgonguskjalinum hjá verandi samgongu stendur: ”Lestrarstuðulsskipanin verður endurskoðað m.a. við atliti at fjarlestri og ÚSUN-skipanini.”