Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lestrarbýurin Tórshavn

Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi:

Kommunupolitikkur er sera týdningarmikil. Hann er mitt í fólkinum. Umráðandi er, at hesin samfelagstáttur verður handfarin við hegni og í stórum álvara.

Væl rikin og hugsjónarliga grundaður kommunupolitikkur er ein fortreyt fyri at koma á mál við stevnuni um eitt framkomið og frælst samfelag.

Ein av okkara størstu ivaspurningum í dag er hugurin (ella umstøðurnar) at búgva í landinum. Fólkatalið minkar og burðartølini lækka. Hetta er ein álvarsom gongd. Her legst so lítið aftrat, at talið á teimum, sum doyggja, saman við teimum, sum flyta burtur, er størri enn talið á teimum, sum verða fødd her ella flyta hendanvegin.

Verri er, at tað, sum okkum serliga vantar, eru ungfólk og kvinnur í burðarførum aldri. Orsøkin er einføld, at ov nógv fólk í ungum árum halda seg fáa meir burtur úr at búgva aðrastaðni – eina tíð ella fyri lívið. Talið á teimum, sum ikki koma aftur, tí tey halda seg fáa tað betri aðrastaðni, er mestsum ræðandi.

Kostirnir eru bara tveir, antin at lata standa til ella gera nakað við tað. Okkara boð er at smoyggja upp um armar og gera nakað, sum munar. Eitt er at fáa ungdómin at støðast. Annað at fáa fólk at koma heim aftur eftir lokna burturferð.

Tað triðja er at gera býin og landið so atdráttarvert, at eisini útlendingar kunnu hugsa sær at búseta seg her bæði at lesa og arbeiða – styttri ella longri tíðarskeið. Listi E vil menna lestrar- og lærumøguleikarnar hjá ungfólki og arbeiða miðvíst fyri bústøðum, sum eru yvirkomiligir hjá lærlingum og lesandi. Vit eiga eisini at ávirka Havnar kommmunu til at fara upp í slíkar ætlanir – og kommunan eigur samstundis at stuðla upp undir at fjøltátta tann akademiska lesturin í Havn.

Eitt veruligt lestrarmiljø við lestrarbústøðum til ymsan tørv fer at hava so mangt annað hugaligt við sær. Lív í býnum, børn og ungfólk í gøtunum, matstovulív, handilslív, mentanarlív, tónleikalív o.s.fr. Slíkt ger eisini býin áhugaverdan fyri onnur.

Sum er ganga um 1400 næmingar á miðnámsskúlunum í Havn. Á víðkaða Fróðskaparsetrinum og Vinnuháskúlanum eru tilsamans úti við 1000 lesandi. Men vit hava so at siga onki bústaðarumhvørvi til hesi fólk.

Skal talan verða um eitt veruligt lestrarumhvørvi, sum eisini sæst aftur í býarmyndini, mugu lestrarbýlini útvegast, og tey skulu verða so nær miðbýnum, sum gjørligt. Hetta er eitt av okkara hjartamálum, tí slík menning fer at koma samfelagnum og okkum øllum til góðar.