Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lestrarbýur við lestrarbústøðum

Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi.

Tórshavnar kommuna hevur eina hugmynd um, at Havnin verður lestrarbýurin í einum framkomnum Føroyum.

Ikki tí. Havnin hevur verið lestrarbýurin leingi, men tíðin krevur nú, at meiri verður gjørt burturúr.

Eitt er at stovna skúlar og útbúgvingar. Tá mást tú eisini útvega teimum lesandi sømiligar umstøður.

Lítið hevur verið gjørt burtur úr lestrarbústøðum í Føroyum. Onkur kostdeild hevur verið, og nøkur fá kollegiu komu í áttatiárunum. Okkurt teirra er langtsíðani farið í vanrøkt, meðan okkurt annað enn flýtur omaná..

Hetta vóru serliga bústaðir við kømrum til eitt fólk, og mest vóru teir ætlaðir næmingunum á miðnámsskúlum av ymsum slag.

Nú hava vit jú størri ambisjónir. Vit vilja menna okkara universitetslestur í Føroyum, so onnur kunna koma higar at lesa og okkara studentar kunna fáa størri part av síni lestrartíð heima, um tey ynskja tað.

Ein lestrarbýur má eisini hava lestrarbústaðir. Tey lesandi mugu sleppa fram at bústøðum eins og onnur, ið seta føtur undir egið borð.

Hetta krevur, at bæði støk og familjur í lestrarumhvørvinum í Havn fáa møguleika fyri at finna sær bústað á staðnum fyri rímiligan kostnað í lestrartíðini.

Tann lóggávan um bústaðarfígging, sum løgtingið fyri einum lítlum ári síðani samtykti eftir uppskoti frá Tjóðveldi, heimilar Húsalánsgrunninum at fíggja eitt nú lestrarbústaðir.

Hetta er gott, men enn er ikki komið undan kavi, hvussu hetta verður skrúvað saman og framt.

Her er neyðugt, at løgtingið kemur úr skápinum og ger okkum greitt, hvussu lestrarbústaðir kunnu fáast í lag, hvussu teir verða fíggjaðir og hvørji krøvini verða til teir.

Umráðandi er at fáa hesi viðurskifti staðfes sum skjótastt, so vit vita eftir hvørjum leisti, tú kanst menna útbúgvingarnar, lestrarbýin og landið.

Við íløgum í universitet, lestaríbúðir og lestrarumhvørvi kunnu Føroyar gerast eitt land, sum dregur fólk til sín, og tað fer at skapa eitt yðjandi lív.

---