Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Leolandið, - finst nakað annaðhvørt?

Tórbjørn Jacobsen:

Gamla árið er farið, og tað sæst ikki í halaferðina á tí aftur, fyrrenn søgufrøðingar, kanska um hálvthundrað ár ella meiri, finna okkurt klípi úr tí, sum kann brúkast til tess at skilja, hví samfelagið nú legði leiðina júst hendan ella hin vegin.

Tí um vit tala, men ov lítið gera. Soleiðis plagar at vera tikið til, táið menn hava prátað alt upp í heita luft, og onki kemur á skaftið, men tað finnast kortini røður, sum onkursvegna broyttu heimin. Mark Hawkins-Dady hevur savnað 48 av teimum í savninum “Speeches that changed the world.” Savnið byrjar við fjallaprædikuni hjá Jesusi og endar við røðuni hjá Barack Obama, táið hann sum fyrsti litti maðurin nakrantíð varð valdur at standa á odda fyri amerikansku samveldisstatunum – USA.

Onkur røða hjá Mikhail Gorbatjov varð eisini hildin at vera nóg munadygg til tað at vera umboðað í hesum tvey túsund ára skeiði. Árið 1985 er eitt markamót í europeiskari og asiatiskari søgu, - tá fór nývaldi sovjetiski aðalritarin í kommunistaflokkinum í holt við at broyta búskapin í samveldinum umvegis nýggja umbótanarhugtakið Perestrojka. Ótaldar røður vóru fluttar fram um hetta, úr Kaliningrad eystur í Vladivostok, og í tvíeggjaðu strategi´ini skuldi Glasnost – opinleiki – brúkast til at forða íhaldinum í Kreml – betongkommunistunum – í at taka hvørkratak um nýggju leiðina. Onki hjálpti, systemið var somikið fordervað, at tað toldi ikki opinleika, hevði ikki tæri til at verða lagt á blik á alljósum degi. Í veruleikanum flutti aðalritarin seg ongantíð burtur frá leninistisku búskaparskipanini, hesum við tíðini løgna statiska bastardinum av eini statskapitalismu, hann ætlaði bara at pjøssa uppá hana, og endin varð, at eitt heimsveldi fall saman sum eitt korthús í okkara tíð, og Sovjetiski staturin var foyktur burtur av klótuni í 1991. DDR leið somu skepnu av somu orsøk.

Tvær røður vóru serliga eyðsýndar í 2012. Um tær eiga megina at koma í eina dagførda útgávu hjá Hawkins-Dady veit eg ikki, men í hvussu er bera tær boð um, at tann tjóðskaparligi sparkarin hevur rent seg fastan í eini danskari politiskari kavafonn og fær ikki bakkað aftur við egnari megi. Fólkatingsmaðurin hjá Javnaðinum, Sjúrður Skaale, gjørdi fyri fáum døgum síðani greitt frá evsta røðarapalli dana, at: “Jeg mener ikke at fælleskabet hverken kan eller skal opløses. Men hvis de økonomiske forudsætninger ændres – hvis olie-elefanten fx bliver fundet – så kommer der pres på. Så bliver det nødvendigt at redefinere rigsfællesskabet som et fællesskab uden økonomisk afhængighed og hvor parterne er mere ligestillede, end tilfældet er i dag.” Hetta má so vera fráboðanin um ta ultimativu konverteringina frá at vera rabiatur loysingarmaður til at blíva stokkíhaldin samríkismaður. Sjálvt búskaparligt sjálvbjargni skal heldur ikki vera orsøk til annað enn tað, at vit gerast ein eitt lítið sindur meira javnsettur partur av donsku ríkiseindini. Ein undrast ikki yvir, at røðan bar heitið: “Flaggið fylgir fleskinum.” Muður mælir tað, sum hjartað er fult av. Sic transit gloria mundi ! Soleiðis foykist heimsins herligheit !

Hin eyðsýnda røðan varð flutt fram gamlaárskvøld. Í kjalarvatninum á samríkissveininum úr Javnaðarflokkinum kemur tað ikki óvart á nakran, at Føroya løgmaður tekur dýran til um støðu Føroya: “Vit hava fingið javnað ríkisveitingina, sum framhaldandi er ein av grundarsteinunum undir okkara vælferð.”

Sjúrður Skaale atkvøddi fyri at vaksa um ríkisveitingina, hvørs vøkstur Kaj Leo er faddur at saman við Jørgeni Niclasen. Tjóðskaparliga corpus okkara, sum vaks nakað í fullveldisárunum, táið blokkurin varð skorin og frystur, bløðir nú inn aftur í ræði hjálandaveldisins. Umvegis okkara egna máttloysi rúmka danir nú um kolonialiseringina av nýggjum, og júst á hesum mótinum liggur øll miseran. Orsøkin til, at vit ikki eru til í heiminum. Vit hanga í leysum lofti stjórnarrættarliga og verða pumpað upp við donskum skattakrónum, fyri at danir kunnu varðveita byltingarletina í Føroyum, sum aftur ger, at vit ikki tíma at innrætta samfelagið til ein nationalstat og eitt vælferðarsamfelag á norðurlendskum støði, hóast potentialið er til tað og ríkiliga tað.

Løgmaður tóktist annars so tilforlátiligur hetta kvøldið, hóast man onkra løtuna var bangin um hann, tí tað fyrikom hyggjaranum, at akkumulatorurin var tómur. Hann frysti. Mest átøkur hinum balsameraða og útstappaða Lenin. Helst var tað tí, at hann ikki fekk hóskandi sveiggj ímillum promptara, iljar, knø, armar, akslar, bringu og heila. Av ótta fyri at koma illa fyri, av at fløkja allar hesar funktiónsknøttarnar upp í ein ellibita, gjørdi hann tað rættara valið, at skrúva blussið niður á null. Tað hevði so aftur við sær, at man bara sat og bíðaði eftir, at onkur kom við eini reyðari streymklógv, og legði hana um vinstra skøvning, fyri at geva okkara kæra løgmanni eitt streymkick úr eini aðrari ravløðu. Svørtum høgraravmagni er nógmikið av frammanundan. Hinvegin er hetta helst leikur, ið krevur venjing, serliga um man ongantíð áður hevur sæð tekstin, sum rullar fram á promptaranum, ið annars hevur til endamáls, at røðarin skal síggja so cool út sum gjørligt, starandi út í heimin við ovmetnaðarfullum yvirbrái, sum um, at hann dugir røðuna uttanat.

Eitt annað árið segði onkur um nýggjársrøðuna hjá sama manni, at helmingurin ikki var í samsvari við veruleikin, ímeðan hin helmingurin ikki var í samsvari við sannleikan. Hvør ið hevur verið pennaførari í ár, er ilt at gita um, men tað er kortini altíð við eini ávísari væntan, at man situr og bíðar eftir einum oddvita gamlaárskvøld, hóast hann bara er kolonibestýrari, sum í okkara føri. Umframt at ynskja okkum eitt gott nýggjár og at Guð mátti signa Føroyar, hvør var so boðskapurin?

Heimskreppan, ið fyrst og fremst er ein fíggjarkreppa, sum í fleiri umførum er vorðin ein búskaparkreppa, varð sjálvandi umrødd. Staðið verður uppá, at kreppan ikki gjørdist tað stóra skrædlið hjá okkum, men hetta er ein sannleiki við ógvuliga stórum modifikatiónum. Størri bankin av tveimum í landinum fór dundrandi av knóranum. Hin einaferð so trivaligi bakkurin, Eikgrunnurin, fór sama veg, og sparikassarnir hava ligið og liggja kanska tungt í sjónum framvegis. Hartil eru fleiri stórir kassar tíverri foyktir burtur í hesi vitleysu turbo/loftkíka- og spekulatións kapitalismuni, har sum gylta sambandið ímillum lógvar og virðir bleiv til viðkvæmar loftkíkar, ið brustu ein fyri og annar eftir. Allur heimurin skalv í kjalarslóðini av ómettandi grádigheitini hjá bankasektorinum. Meginorsøkin til hallið á føroysku fíggjarlógini er kortini vitleysi fíggjarpolitikkurin hjá ABC-samgonguni frá 2004-2008, og tað var ikki samgongan, men fyrst og fremst ein samlað fíggjarnevnd, frammanundan hesi samgonguni, sum tók dik á seg, setti ferð á, fyri at minka um høpisleysa hallið, sum var íkomið av fullkomnari vanstýring.

Sagt verður, at umleggingin av skattinum hevur stimbrað virksemið í samfelagnum. Hetta eru ósannindi, tí skattainntøkan gjørdist 275 milliónir krónur lakari í 2012 enn í 2011 og samstundis vaks MVG-inntøkan bara við á leið 40 milliónum krónum, sum allar stava frá einum størri oljuinnflutningi. T.v.s., at als ongin stimbur hevur verið av flatskattaátakinum, null, og fyri at kompensera partvíst fyri stóra tapinum hjá landskassanum av hesum, hevur man valt at ræna burturav pensiónsuppsparingunum, og í longdini verður hetta tann heilt stóri pyrrhússigurin, tað vita allir búskaparfrøðingar, tí kennist larmandi tøgnin úr tí segmentinum alt meiri margháttlig sum frálíður. Síðani sigur løgmaður, at: “Seinasta árið eru hundraðtals føroyingar fleiri komnir aftur í arbeiði.” Hetta er eftir øllum at døma ein loddrøtt lygn, tí sambært nýggjastu tølunum vóru 51 fleiri løntakarar í september 2012 í mun til løntakaratalið, sum var í september 2011. Á leið tað sama árið samgongan hevur sitið við valdinum. Og tá fáa vit ikki at vita hvussu mong tey eru, sum farin eru úr skipanini inn undir almenna forsorg, og heldur ikki hvussu fólkafráflytingin ávirkar hesi tølini.

Síðani tosar hann um vantandi fólkavøkstur. Útsøgnin er sjaldsom, ein følsk og lítisverd roynd at manipulera hyggjaran og lurtaran. Ja, hvat skal man annars siga, táið veruleikin er tann dapri, at fólkatalið pr. 01. oktober 2012 var minkað við 189 fólkum síðani 01. oktober 2011, við 360 fólkum síðani 01. oktober 2009 og við 439 fókum síðani 01. oktober 2008? Síðani rósar hann sær av einum tilfeingisskatti, sum verður lagdur á vinnuna, uttan at skeita eftir hvussu marknaðurin geberdar sær, aftur eitt dømi um, at hann sum papageykur hjá Fólkaflokkinum ræðist liberalismuna so illa, at man heldur hoppar yvir í desideraðan centralstýrdan plánbúskap, - betongkommunistarnir í Kreml høvdu rodnað um skallan, kent seg yvirhálaðar vinstrumegin, vóru teir ikki foyktir í 1991. Síðani kemur okkurt sløð við leysum práti um hægri lestur í Føroyum, um at vit eiga eitt samhaldsfast samfelag, hóast landsstýrið ger alt fyri at knúsa allan solidaritet, sum teir koma nær í námind av, samleikin er sterkur og rótfestur sigur hann eisini, samstundis sum mentanarkonturnar verða jarðlagdar við stálvøttum.

Tað einasta skilagóða sum hann sigur er í grundini, at: “Vit skulu – sum samfelag og sum einstaklingar – leggja okkum eftir at stuðla okkara medmenniskjum. Tí er tað fjálgandi at sanna, hvussu okkara fólk ger sítt til at stuðla hjálpararbeiði bæði burturi og heima.” Her hugsar hann kanska um filantropiska felagsskapin “Í menniskjum góður tokki”, sum hann annars speirak í tinginum undir fíggjarlógarviðgerðini. Vit fingu eina skattaumskipan, sum aftur hevði við sær eina stættaumskipan. Gjógvin ímillum tey múgvandi og tey sum liggja lægst í sosiala elevatorinum er tilvitað víðkað politiskt, meðan hesir trællirnir hava sitið á Tinganeshelluni. Og heldur skilið fram á henda hátt, kunnu vit vænta parisiskar tilstandir í havnargøtum, har sum fólkakøkarnir, álíkir teimum hjá Les Restos du coeurs´-felagsskapinum, eru um at hokna undir byrðini, sum høgrastjórnirnar, í franska førinum hjá Chirac og Sarkozy, hava lagt eftir seg á søgunnar altari.

Ein politiskur oddviti skal síggja ljóst uppá framtíðina, í hvussu er táið kykmyndaálirnar rulla, og tað skal hann gera, hóast hann stendur omaná einum politiskum gosfjalli, sum svávilroykurin fer at guva burturúr áðrenn nakran varir, orsaka av katastrofalt skeivum avgerðum á ovastu rókum samfelagsins. Tað finnast hvørki mið ella mál í røðuni, fleiri ósannheitir og leysir ætlanarendar, sum ikki kunnu brúkast til nakað sum helst. Endamálið við røðuni er í grundini bara at snikk-snakka seg til nakrar dagar afturat saman við Fólkaflokkinum og teimum báðum lívverjunum Jenisi og Kára. Tað ræður um at límið ikki støkkur, at tað heldur rumpuni niðri á taburettini sum longst. Onki annað.

Fyri at venda gongdini má av álvara farast undir ein fiskivinnureform, sum liberaliserar vinnuna, soleiðis, at hon gevur sum mest av avkasti til allar partar. Skrivað er upp í leypar um hetta, og rúm er ikki á hesum sinni fyri smálutum. Gongdin, sum nú er, gongur bara fram ímóti tí frámatrikulering, privatisering, á landgrunninum, sum Fólkaflokkurin hevur dyrgt eftir síðani kreppuna ella síðani fiskimarkið varð flutt út. At skipa Føroyar í nøkur fá kapitalistisk jalladømi undir donskum politiskum veingjabreiði. Í grundini er hendan samgongan í holt við at flyta fiskimarkið innaftur í ytstu landoddar, nú útlendskur kapitalur í stórum stíli er í ferð við at fara avstað við øllum tilfeinginum, sum einaferð skuldi vera Fólksins ogn. Búskaparliga spísikamarið dragnar undan okkum, og hetta er størsta orsøkin til, at hendan samgongan má setast frá valdinum sum snarast. Í øðrum lagi má Fróðskaparsetrið gerast ein veruligur vakstrarcentralur, eitt dugnandi lokomotiv, lunnadragarin, soleiðis sum vit kenna tað frá universitetsbýunum í Norðurhøvum og í triðja lagi má tjóðskaparligi sparkarin, sum hendan samgongan hevur renað inn í eina danska kavafonn, rykkjast leysur aftur, tí tað finst bara ein einasta vón fyri hesum samfelagnum, og tað er at tikið verður við fullari búskaparligari og politiskari ábyrgd. At nationalstaturin verður stovnaður. Republikkin. Tá verður um ikki annað neyðugt at taka sær annað skinn um bak, tí ríkisveitingarkoddin, ella danski varmadunkurin um lendarnir, fer ikki at loyva okkum at vanstjórna so í vitloysi sum higartil. Frá høvdinum skalt tú hvalin skera, og frá kjølinum skalt tú bátin gera. Í grundini eiga vit bara at gera tað sama sum Kaj Leo Holm Johannesen rósti Trappubrøðrunum fyri at hava borið ávøksturin til, og hvørs hugburð hann lýsti so væl við hesum orðum: “Teirra einasta trygd var trúgvin á egið hegni, og vissan um – at bar tað til hjá øðrum – so mátti tað eisini bera til hjá teimum.”

Tað finst eitt annaðhvørt til Leolandið !