Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lensaður fyri 350 túsund kr.

Perla: Sámal Jacobsen, sum saman við familjuni skoraði 360 milliónir er ikki bleikur at viðganga, at hann bleiv fuppaður í Waterloo Bar í Keypmannahavn fyri ikki minni enn 350 túsund kr. Greinin varð prentað í Oyggjatíðindum, 30. juni 2006.

Hesin ungi 44 ára gamli føroyski millióningurin, er líka so opin og erligur, sum pápin. Hesir tíma ikki at balla nakað inn, kalla ein spaka fyri ein spaka.

Tað er serliga hetta, at kvoturnar eru ogn føroya fólks, sum nógv hava fingið ilt í reyvuna av, uttan kortini at fokusera uppá, at eingin søla kundi verið farin fram uttan við góðkenning frá Fiskimálaráðnum. Hetta er støðan.

Kortini virkaði tað provokerandi fyri fleiri, at Eiler Jacobsen, fór út og segði, at fólk vóru øvundsjúk.

Men sonurin dugur eisini at provokera.

Sámal Jacobsen, skipari, váttar fyri Oyggjatíðindum, at hann bleiv fuppaður í Waterloo í Keypmannahavn.

Hann sigur sjálvur, at hann fór til Danmarkar, sum hann stóð, uttan tannbust ella nakað. Hetta man so vera okkurt slag av ríkmannadillu. Hann kundi jú altíð keypa sær tað, hann hevði brúk fyri.

Men tungur í høvdinum og troyttur, sum hann var, hevði hann trupulleikar bara at finna sær gullkortið úr lummanum. Men pinkotuna mintist hann, tá hann endaði í Waterloo Bar í Keypmannahavn.

Hetta er ein klubbur fyri lætta kaveleríi við streeptease og masøsum, sum duga at kittla og øsa, og skuldi tað vísa seg, eisini at lensa pening frá fólki.

Góðtrúgvin hevði Sámal biðið starvsfólk í Waaterloo klubbanum um at hjálpa sær at fáa pening út við gullkortinum, sum gevur rætt til at taka út kr. 350 túsund um døgnið.

Vanlig fólk hava eitt loft upp á bara kr. 2.000,00. Men avmarkingina uppá 350 túsund er hann í dag glaður um:

- Eg var býttur nokk at reypa og geva teimum pin-kotuna til kortið. Tað skuldi eg ongantíð havt gjørt, sigur Sámal Jacobsen, sum tó ikki fer á reyvuna av hesi annars stóru upphædd.

Sámal sigur, at hann í veruleikanum varð dragsaður frá barr til barr.

Hansara størsta ynski var at fáa eina song á einum hotelli, men heldur ikki tað fekk skiparin fyri tær 360 túsund krónurnar, sum hann varð lensaður fyri.** Men hendingin er ikki nakað Waterloo fyri Sámal Jacobsen.

Hann fær sín stóra part av teimum 350 milliónunum, sum teir fingu fyri Krúnborg og kvoturnar.

Um hesa so kendu sølu, sigur Sámal, erligur, at hesir somu keypararnir høvdu bjóðað teimum 180 milliónir fyri skip og kvotur, men at hann tá lá í buktini,og vildi ikki selja.

Blaðið veit, at Gøtumenn vóru í punginum eftir 300 milliónum, sum trýstu íslendingar rætta vegin, og sølan kom endaliga uppá pláss.

Hóast Sámal Jacobsen hevur mist 360 túsund kr. over night í Waterloo, so sær hann bjart uppá framtíðina, og sigur, at hann í hvussu so er ikki hevur brúk fyri at klandrast um arv.

Ein veruleiki er tað, at Sámal, sum annars er ein buldraslig sál, hevur serlig evnir á brúnni, og tað fekk okkum at spyrja:

Sig mær, hvat er tað sum ger, at summir fanga fisk, meðan aðrir ikki hava hesi evnini. Lukta tit fisk, ella hvat?

Diplomatiskt, svarar hendan fiskiklógvin:

- Tað er so ymiskt, sum evnini eru hjá fólki, sigur Sámal lítillátin. Men hann viðgongur, at hann var skítbýttur, at reypa um sítt ríkidømi, og aftaná lata gullkortið við pinkotu til hesi fremmandu, sum valdu at fuppa hann.

- Eg havi meldað tilburðin til kriminalovastan, Bergleif Brimvík, sum hevur lovað at hjálpa mær at fáa peningin aftur, sigur Sámal Jacobsen, at enda í samrøðuni um tær 350 túsund krónurnar, hann bleiv lensaður fyri í Waterloo.

Sámal hevur lovað okkum eina samrøðu seinni, skrivaði blaðið fríggjadagin 30. juni 2006, men tann samrøðan bleiv ongantíð gjørd.