Lene Espersen ? Har var ikki nógv hjálp at heinta
”Ósemjan um makrel má loysast, áðrenn Føroyar kunnu vænta sær eina betri handilsavtalu við ES” segði Lene Espersen, danskur uttanríkisráðharri, sum herfyri steðgaði nakrar fáar tímar í Føroyum. Hon hevði – orsaka av at val bleiv útskrivað í Danmark - ikki stundir at siga og gera so nógv, men hon fekk tó sent ávaringina til føroyingar- ”Føroyingar skulu ikki vænta sær nakra nýggja og betri handilsavtalu við ES, fyrr enn ósemjan um makrelin er loyst. Tað er umráðandi, at ósemjan verður loyst, áðrenn Danmark tekur við formansskapinum í ES á nýggjárinum, tí tað tíðarskeiðið fær Danmark illa røkt føroysk áhugamál.”
Einki
var nevnt um, at føroyingar hava rætt til størri makrelkvotu – eingin
spurningur settur við um føroyska kvotan er skeivt útroknað og byggir uppá
skeivar fortreytir – einki spurnartekin sett við, at føroyingar hava prógva at
makrelur bæði livir og gýtur í føroyskum sjógvi – einki spurnartekin um, at
makrelur er í føroyskum sjógvi í nógv størri mun enn nakar visti av ella
rættari sagt vildi vita av.
Boðskapurin
frá Lenu Espersen var greiður ” onga betri handilsavtalu uttan tit gevast við
tykkara makrelfiskaríi”
Vit
vita, at hvørki Norra og ES vilja geva okkum ta kvotu, vit rættvíst eiga. Vit vita
at makreltilfeingi okkara í føroyskum sjógvi hevur eitt árligt virði uppá
hundratals milliónir kr, ja, helst omanfyri milliardina.
Tað
er eyðsæð, at ein betri handilssáttmáli við ES, sum skal kompensera fyri
makrelrættindi okkara, er sera torførur at fáa eyga á.
Vit
hava nústani tora at kravt okkara rímiliga og rætta part av makreltilfeinginum.
Tíbetur
hava vit tikið hetta stigið. Tað er mær tí óhugsandi, at vit í komandi
makrelsamráðingum fara at slaka í krøvum okkara.
Herfyri
fór lítil privat sendinevnd úr Føroyum til Noregs at royna at greiða norðmonnum
frá okkara rættindum makrelkvotuni viðvíkjandi. Sendinevndin var væl ílatin til
at greiða norðmonnum frá støðu føroyinga, men har var tosað fyri deyvum oyrum.
Tað var sum at sletta vatn á gás.
Roynt
verður nú frá norskari síðu at fáa Ísland við í partin hjá ES og Noregi ímóti
Føroyum. Hetta sjálvsagt við at Noreg og ES eru sinnaði at geva íslendingum
munandi størri rættindi.
Vit
eru uppi ímóti stórum kreftum – og vit skulu spyrja okkum hví so er ? Her eru
sera nógv virðir uppá spæl. Virðir, sum vit eiga okkara rættvísa part av, men
sum Noreg og ES ikki unna okkum.
Hóttanin
frá Lene Espersen skulu vit taka við sinnisró. Vit eiga okkara rætt, og hann
skulu vit krevja – so einfalt er hetta.
Poul Michelsen
Løgtingsmaður
fyri Framsókn