Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lena skapar vón

- Og leggur sítt størsta tónleikaavrik úr hondum, NAKRANTÍÐ!

Vit verða førd gjøgnum lívið hjá eini familju við sínum trupulleikum og tað hoyrist aftur, tí her er bæði sang- og tónleikaliga lagt eftir, at tú skal fáa at vita hvussu tað kennist og tað úrslitið hava tey nátt til UG!

Hinvegin dámar mær eisini stak væl, at her finst henda passiónin, tí onkursvegna gevur tað mær sum lurtara eina kenslu av dirvi og at artisturin vil út við sínum boðskapi, sum skal verða borin á ein hátt, har ongin ivi skal standa eftir.

Nokkso stuttligt at hoyra Lenu siga, at hetta er poppur, sum ivaleyst er partvíst rætt, men taka vit skering 2 “Eagle in the sky”/mexikanskt – skering 3 “Sorry that I make you cry”/afrikanskt – skering 7 “This Lift”/klassiskt – skering 11 “Class picture”/jazz – skering 12 “Sail on Victoria”/blues – annars nógvir country undirtónar – so her má ivaleyst sigast, at hetta nokk kann fara undir meira fólksligan alternativan popp við omanfyri nevndu undirtónunum.

Mann kann so kanska halda, at hetta er alt ov breitt millum sjangrur og annað, men eg sjálvur haldi, at útgávan rakar nógv breiðari og liggur á einum altjóða støði.

Tað er rættiliga sermerkt, at tað eru so nógvir ymsir tónleikarar og at tey frá byrjanini hava lagt grundina við trummuspælaranum Matt Chamberlain, men eg vil so siga, at tað yvirhøvur ikki setur útgávuna lægri.

Onkursvegna hava tey valt ymsar tónleikarar, tí taka vit t.d. bassinum eru Mikael Blak, Óli Poulsen, Jóhannus á Rógvi Joensen og Kristoffer Mørkøre við, sum kanska staðfestir leitanina eftir tí “rætta”.

Mær dámar væl, at tey hava valt at taka lagið “Oh brother with the broken wing” upp live, tí tað gevur eina nógv størri inniligheit – í heilsanini til beiggjan og onnur, har Josva tekur sær trummunum. 

Langa tíðin vit hava bíða, er tað vert, tí her er veruliga kelað fyri øllum detajum og onki latið yvir til nakra tilvild.

Tað er avgjørt eitt rætt val, at tey hava fingið normannin George Tanderø at taka sær av ljóðblandingini, tí hann hevur dugað at fingið eitt meira livekent við, sum er SUPER!
Løgini á útgávuni:

1. Home sweet home
2. Eagle in the sky
3. Sorry that I made you cry
4. Oh brother with the broken wing
5. Good girls
6. Drive
7. This life
8. On the bright side
9. It´s love
10. Forever with you
11. Class picture
12. Sail on Victoria

Sum nevnt, at “Eagle in the sky” ein sera væl frágingin útgáva og fær 6 bjartar størnur frá mær. 

Fríðálvur A. Jensen