Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lena Anderssen vitjar Spaniastovu

Føroyska songkvinnan Lena Anderssen fer at hava konsert í Klaksvík leygarkvøldið 9. mars.

Tá Lena Anderssen spælir í Spaniastovu, verður hetta hennara fyrsta konsert í Føroyum síðani hon spældi útgávukonsert í Norðurlandahúsinum í mei mánað í fjør. Við sær hevur hon mannin og guitarleikaran Niclas Johannesen og saman fara tey at spæla løg av undanfarnum útgávum umframt onkur nýggj løg, ið ikki hava verið framførd áður.

...

“Hetta verður fyrsta framførslan hjá mær í ár í Føroyum, og í fjør spældi eg bara eina konsert undir egnum navni her heima. So eg havi ikki verið so virkin á konsertpallinum her í Føroyum seinasta árið. Vit spældu í Spaniastovu í 2009 og tað var ein sera góð uppliving, so eg gleði meg at fáa eitt hugnaligt kvøld í hesum søguliga húsi saman við góðum fólki”, sigur Lena Anderssen.

Ugens Album í Danmark

Lena hevur fyri stuttum verið á konsertferð í Danmark, har fløga hennara “Letters From The Faroes” varð útgivin. Fløgan, ið varð kosin ársins fløga á Planet Awards 2011 hevur eisini fingið góða móttøku í Danmark. Í november fekk fløgan heiðurin, at veðra vald “ugens album” á útvarpsrásini við flest lurtarum hjá Danmarks Radio – P4. Tónleikur av fløguni hevur verið spældur dagliga har síðani tá.

Konsertin í Spaniastovu byrjar klokkan 22 leygarkvøldið 9. mars, og tá hesin dagurin samstundis er tunnilsdagur, rokna fyrireikararnir við, at fólk úr øðrum pørtum av landinum eisini leita sær ein túr til Klaksvíkar hetta kvøldið at hoyra ein av okkara dyggu songfuglum framføra.