Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lena Anderssen á G!

Skjótt fløguaktuella Lena Anderssen verður millum nøvnini á ársins G!Festivali, hetta kunnger festivalurin í dag. Hon fer á pall á G! við fullmannaðum bólki, og verður hetta einasta høvið at uppliva hana á festivali í summar. 

Hóast Lena seinnu árini hevur verið millum bestu og best umtóktu tónleikanøvnini á føroyska tónleikapallinum, so hevur hon bert einaferð áður spælt á festivalinum í Syðrugøtu, tað var í 2009. So tað er uppá tíðina, at vit aftur uppliva hana á G!

Lena leggur í løtuni síðstu hond á komandi fløgu sína, og fyrsta staklagið kemur áðrenn festivalin.

Seinasta útgávan “Letters from the Faroes” var eitt kvæði til Føroyar, men eisini til útlongsulin, ið kemur av at búgva í einum lítlum oyggjalandi. Nú kennir hon, at tíðin er búgvin at viðgera barndómin. Ein barndóm, ið var merktur av órógv og støðugari flyting.

Tá man verður eldri, lærir man at brúka ring barndómsminnir til okkurt konstruktivt, og nøkur løg á nýggju fløguni fara tann vegin, sigur Lena, ið gleðir seg at framføra nøkur av nýggju løgunum á G!.

Lena og maðurin Niclas Johannesen, flyta nógv runt, og soleiðis er eisini við fløguni, tey hava spælt trummur inn í Los Angeles í kenda tónleika kompleksinum Sound City, og gjørdu nakrar upptøkur í Vancouver, tá tey vóru har í fjør summar, og so hava tey tikið upp í Hoyvík í upptøkuhølunum hjá Kristoffur Mørkøre og Jákupi Zachariassen, í einum húsum á Argjahamri og í Studio Bloch, umframt, at strúkarar eru tiknir upp í Íslandi.