LEIVUR av SKÁLA in memoriam
Mikudagin tann 6. mars komu boðini um, at Leivur Johannesen fv. býar-ingeniørur hevði lagt tær allarsíðstu árarnar inn. Heilsan var farin at bila tey seinastu trý árini, so at enda dvaldist hann á eldrabýlinum Lágargarði.
Leivur var føddur 27. mei 1933 á Skála. Hann plagdi at skemta við, at tað vóru akkurát 230 ár millum hann og ta føgru Neva-drottningina Leningrad (Skt. Petersburg), sum Petur tann Stóri grundaði á fø´lsdegnum hjá Leivi.
Hann hevði tvær systrar: Marjun, sum búði í Kjøpinhavn og Ingibjørg, sum búði í Reykjavík.
Foreldur teirra vóru Jóhan og Ingeborg Johannesen.
Johan var tiltikin góður lærari, og Ingeborg, sum var dóttir megnarskaldið J. H. O. Djurhuus, var kend fyri at vera sera hittinorðað, so Leivur hevði gott í at breðga.
Aftaná barnaskúlan arbeiddi hann eitt skifti á Skála skipasmiðju, men hann ætlaði sær kortini at fáa sær hægri skúla-útbúgving og fór tí sum so mangur bygdadrongur tá í tíðini til Havnar á preliminerskúla, haðani hann tók prógv á VBV í 1951.
Um hetta mundið hittust hann og Tórdis av Skarði, sum seinni gjørdist kona hansara.
Sum so nógvir avbygdanæmingar át Leivur á pensionatinum hjá tí viðgitnu frú Ellingsgaard, og tað var beint í túninum, har Tórdis úr Snikkarastovu javnliga vitjaði í sínum gamla barndómsheimi.
Nakað eftir sín fyrsta ungdóm í Havn, fór hann til Danmarkar á studentaskeið í Høng, har fleiri aðrir føroyingar gingu.
Aftaná studentsprógvið fór hann á Polyteknisk Læreanstalt at lesa til ingeniør.
Tórdis fór eisini til Danmarkar, har hon las til læknaskrivara, og bæði settu seg niður í Kjøpinhavn á tí hugnaligu Eystarubrúgv, og tað bleiv bara eitt steinkast millum teirra býli. (Hann í Malmøgade og hon í Øster Farimagsgade).
Leivur tók prógv miðskeiðis í 1960´unum sum bygningsingeniørur. og eftir nøkur fá ár í vinnu hjá byggifyritøkuni Pihl & Søn, fekk hann starv sum býar-ingeniørur í Havn síðst í 1960´unum. Har starvaðist hann í nógv ár og var sera væl lýddur av tí kommunalu arbeiðsmanningini.
Sjónleikari uttan pall og skald uttan bók
Leivur luttók ógvuliga aktivt í studentalívinum í Kjøpinhavn í dekaduni frá miðskeiðis í 50´unum til mitt í 60´unum.
Hann var fastur fúsur í tí legendariska "føroyska krókinum" á universitets-matstovuni í Nørregade, har tað føroyska "Burschenschaft" hevði sítt hvønndagsliga centrum.
Tann vælvitjaða matstovan var vanliga bara kallað "Kannibalurin", og har høvdu føroyskir studentar stóra vælvild frá tí lagaliga Konsistorium, og vit fingu javnliga innivist, eisini um kvøldið, bæði til debatt-fundir og skemtiligar veitslur.
Tað studentikosa Burschen-lívið við bæði gaman og álvara dámdi Leivi óvuliga væl.
Í tí beskedna og spartanska døgurða-umhvørvinum skaptu fátækir studentar (áðrenn SU) fleiri ferðir sannar stjørnuløtur, og Leivur var ofta á odda.
Tá ið KANNIBALURIN lat aftur, var tað ikki sjáldan, at hann við mongum studentikosum lagsmanni leitaði oman á tað nærliggjandi og traditiónsríka studenta-vertshúsið " Det lille apotek" til filosofiskt "Nachspiel", sum viðhvørt kundi blíva drúgt afturvið fløvandi klaverspæli, sum gestirnir sjálvir ad libitum skipaðu fyri.
Við slík høvi kundi Leivur herma og skemta, so menn næstan hildu seg vera komnar til dramatiskan sjónleik á tí gamla tilhaldinum hjá Holberg og Peter Faber.
Leivur hevði eminentar sjónleikaragávur og dámdi væl at undirhalda í smærri bólkum.
Sum skemtandi keipari og hermari var hann úr leikum tikin, so Studentafelagið hevði ofta boð eftir honum til fyrireikandi kabarett-fundir, og har framførdi hann ofta sína heilt privatu kabarett fyri einum lítlum vinaskara.
Men tað lukkaðist okkum stórt sæð ongantíð at fáa hann at átaka sær eina reella rollu á nakrari almennari scenu.
So tíverri blivu allir okkara mongu kabarett-leikir framførdir, uttan Leiv, sum bara spældi sínar rollur á heilt "eksklusivum" fundum fyri innbodnum frammanundan teimum alment lýstu framførslunum.
Tann kalejdoskopiski pallurin hjá Leivi var altíð í einum privatum vis-á-vis-umhvørvi í smærri stovum og intimum hølum, har hann kendi alt sítt publikum.
Javnaðarmaður um ein háls
Men alt var avgjørt ikki gamansleikur! Á tí sociala og samfelagsliga økinum var Leivur kompromisleysur og slett ikki til at skemta við!
Hann hevði longu frá barnsbeini fingið eina ógvuliga sterka sociala indignatión, sum gjørdi hann til eldhugaðan javnaðarmann.
Hann og Atli Dam vóru javnaldrar, partamenn, vinmenn og samlesandi á Tí polytekniska Lærustovninum, sum tá lá á Eystarubrúgv.
Teir hópaðust ofta við samhugaðum føroyskum socialdemokratum, sum allir vóru í sterkari andstøðu til ta turrgeldu nationalismuna, sum tá í tíðini enn plágaði nógvar studentar. - Leivur vildi ikki vita av loysingarfólki og hermdi alsamt eftir teimum.
Hann plagdi ofta at taka til, at idealisturin Petur Mohr Dam var tann einasti føroyski politikarin, sum hevði havt internationalt format. Hann kendi jú Dam líka frá óvitadøgum.
- Jóhan av Skála gekk á læraraskúla saman við P. M. Dam. Teir vóru bæði vinmenn og partamenn.
Leivur og nógvir aðrir socialdemokratar hittust ofta úti hjá Atla á Arnold Nielsens boulevard til heilt óformellar hugnafundir, har tann fjalda dagsskráin altíð var, hvussu Javnaðarflokkurin kundi fáa broytt tað føroyska samfelagið so fundamentalt, at tað kundi bjóða øllum sínum fólki norðureuropéisk vilkor og social líkindi eftir socialdemokratiskum leisti.
Summir skeptikarar hildu teir ofta vera ovmikið bjartskygdar idealistar, men teir hugfangaðu við sínum miðvísu og konstruktivu framtíðar-visiónum.
Tað førdi við sær, at Atli og Leivur høvdu eitt fast fundament av javnaðarfólki, sum ikki vóru organiserað í nøkrum formellum felag, men sum altíð vóru fús til at hjálpa til við debatt-fundum, agitatión, upplýsandi greinum og tilfari ella fígging til flokksblaðið Sosialin.
Við konsekventari politiskari telving og eggjandi persónligari agitatión lukkaðist tað Leivi, Atla og fleiri til valgið í 1958 at gera Javnaðarflokkin til tann størsta flokkin í Studentafelagnum fyri fyrstu ferð. Hetta hendi á einum heystfundi á Kannibalinum.
Tað var ikki sørt av eini sensatión tá, men fáar vikur seinni bleiv flokkurin eisini tann størsti flokkurin til Løgtingsvalgið heima í Føroyum, so studentarnir vóru næstan "clair-voyantir".
Bæði Leivur og Atli vóru fulkomuliga euforiskir um úrslitið: Eg hevði aldrin fyrr sæð báðar so ekstatiskt fegnar. So tað kvøldið gjørdist sera seint, og menn blivu heldur drúgvir á "Det lille apotek".
Sosialurin og býráðið
Tá ið Leivur hevði sett seg niður aftur í Havn sum kommunalur embætismaður gjørdist hann skjótt eitt kent andlit, bæði í Suðurstreymoyar javnaðarfelag og á Sosialinum. Tað førdi við sær, at hann bleiv ein integreraður partur av tí organiseraða javnaðarliðinum í Havn.
Flokksblaðið Sosialurin, sum hevði sína prentsmiðju á Heygsbreyt, var ein centralur varði hjá Javnaðarrørsluni. Men blaðútgávan gav stórt hall, so Sosialurin mátti hava konstanta hjálp fyri at klára seg. Tað var neyðugt við fíggjarligum gávum og praktiskari hjálp. Har var Leivur óførur og dugnaði blaðnum, sum so nógv privat javnaðarfólk gjørdu.
Fyri hann var trivnaður hjá blaðnum eitt avgjørt hjartamál.
Uppi á Heygsbreyt hittust ídnir socialdemokratar ofta, men ikki minst, tá ið valg vórðu hildin.
Menn fylktust sjálvbodnir í tímavís og arbeiddu við sera vælstýrdari agitatión, bæði til løgtings-, fólkatings- og býráðsvalg.
Tað vóru aloftast Jákup Lindenskov og Tórfinn Smith, sum skipaðu fyri, men Leivur av Skála, Villi Hansen, Jóhan Samuelsen og Herman Jacobsen vóru hvør í sínum lagi millum teir alneyðugu krumtapparnar í tí praktiska valg-stríðnum.
Teir ringdu til fólk, vitjaðu tey, koyrdu tey og tosaðu ótroyttiliga við tey um flokkin og hansara neyðugu socialu stevnu.
Leivur hevði sín serliga skemtiliga form, sum hugbant nógvar potentiellar veljarar, so tey noyddust at møta og settu eisini tann rætta krossin.
Saman við Ebbu Hentze var Leivur ein av teimum allarheitastu talsmonnunum fyri, at Atli, sum tá var staddur í Miðeystri, skuldi koma heimaftur til Føroya at arbeiða fyri Javnaðarflokkin, og Leivur stórfegnaðist, tá ið lagsbróðurin bleiv kosin til løgmans heystið 1970.
Ein av teimum beinleiðis politisku fylgjunum bleiv, at Leivur sjálvur varð uppstillaður á Javnaðarlistanum til býráðsvalgið síðst í 1972 og eisini valdur.
Við tí sociala meðviti, sum Leivur hevði, var tað heilt natúrligt, at hann stutt eftir gjørdist limur og seinni formaður í tí socialu nevndini, har hann gjørdi eitt risaarbeiði fyri illastaddar, húsvillar og aðrar treingjandi borgarar.
Við nógv høvi, serliga til høgtíðir vitjaði Leivur fegin úti á Ellisheiminum, har hann skemtaði og hugnaði sær saman við teimum gomlu, og teirra fundir vóru sum rein symbiosa.
Leivur stríddist nógv fyri, at kommunan alla hansara tíð hevði eitt stórt tal av smáum húsaognum, sum kundu leigast bíliga, men hesi tiltrongdu socialu býli, vórðu seinni tíverri seld av einum øgiliga stuttskygdum eftirmanni hjá Leivi, so kommunan nú á døgum næstan ikki hevur nøkur bílig smábýli at bjóða sínum ringast stillaðu borgarum.
Tað píndi Leiv í nógv ár, at kommunan eirindaleyst realiseraði sínar "socialu" ognir og harvið sveik sína socialu umsorgan og empatisku ábyrgd.
Ovurhonds blíðskapur í Eiriksgøtu
Í tí hugnaliga heiminum hjá Tórdis og Leivi, hevur ørgrynni av fólki vitjað gjøgnum árini, og blíðskapurin var altíð stórfingin.
Saknurin verður stórur hjá eini risafjøld av kenningum og vinum, men serliga meint verður saknið hjá Tórdis og Hallu, sum hava mist mannin og pápan.
Sjálvur havi eg ofta vitjað og sitið sera væl í Eiriksgøtu, og øll míni børn hava havt ógloymiligar løtur saman við tí stuttliga vertinum, Leivi av Skála.
Tey minnast hann við stórum takksemi.
Lat meg lýsa frið yvir minnið um tann musiska, empatiska og engageraða skálamannin, sum næstan bleiv inkarneraður havnarmaður við hesum ørindi, sum abbi hansara, JANUS yrkti um ein av sínum vinmonnum:
"Vinir vit vóru tey farnu ár,
vinir koma og fara,
ei sømir monnum at fella tár,
tá ið tynnist í vinaskara."
Virgar T. Dalsgaard