
Leitingin eftir Rólant Nónfjall er av
Skipaða leitingin eftir Rólant Nónfjall, sum seinast varð sæddur sunnudagin 3. apríl 2016 uml. kl. 1530, er nú av.
Tíverri hevur leitingin verið úrslitaleys.
Umframtalmennu eindirnar, sum vanlige luttaka í slíkum leitingum, hava bjargingarfeløg og sjálvboðin annars gjørt eitt stórt og gott arbeiði.
Vegna løgregluna í Føroyum
Jaspur Vang
Politikommisserur.