Leingja allar sáttmálar til 2. mei á midnátt
Arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið hava gjørt av at leingja allar sáttmálar til 2. mei á midnátt.
1. mei er altjóða arbeiðaradagur, og tá samráðast feløgini ikki, men samráðingarnar partanna millum verður tikin upp aftur tíðliga mikumorgunin.
Partarnir hava samrátt síðani í byrjanini av apríl mánaði, og eru samdir um, ikki at úttala seg nærri um samráðingarnar ella krøvini.
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Føroya Arbeiðsgevarafelag