Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Leikurin tekur skap

Lív er í kommandørhúsunum úti við Strond í hesum døgum, ljóðið av venjingum og pallsmíði fyllir gomlu vøkru húsini.

Nú 16 dagar eru til frumframførsluna, venja tær tríggjar sjónleikarakvinnurnar Gunnvá Zachariasen, Beinta Clothier og Annika Johannessen saman við leikstjóranum Christoffer Berdal, og leikurin tekur alsamt skap.

Klæmint Henningsson Isaksen fæst samstundis við at gera vøkru stovuna klára til at virka sum pallur fyri og karmur um leikin.

Stovan er stór fyri stovu at vera, men sum leikpallur er hon trong, so einans 40 fólk sleppa til hvørja sýning. Tí blívur talan um eina sera intima og forkunnuga uppliving, har ræðuleikin og ørskapurin í leikinum kennist tættur.

Atgongumerkjasølan byrjaði í síðstu viku, og longu nú eru nógv atgongumerki seld. Leikurin verður einans sýndur í 15 dagar, og eingin møgulleiki er fyri at leingja spælitíðina, tí onkur leikari skal í gongd við aðra verkætlan beint aftaná hesa.

Tí verður tað einans tey kviku, ið sleppa at uppliva hesa sestøku uppliving.

Atgongumerki til leikin kunnu keypast í Kunningarstovuni í Havn og bíleggjast á stovugenturnar@gmail.com.

Fylg við hvussu tað gongur við venjingunum á Facebook.com/tvazz