Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Leikur og sangur í kirkjuni í gomlu Havnini

Dómkirkjan verður eitt mittpunkt, nú ætlanin er at endurskapa gamla býarlívið sum eina livandi, siðsøguliga framsýning, so havnarfólk og vitjandi kunnu uppliva lívið, angan og ljóðið frá gomlu tíðini, so tey sita eftir við kensluni av einum nýskapandi upplivilsi, skapt í einum mentaðum høvuðsstaði í einum framkomnum landi.

Kirkjan letur dyrnar upp hvønn dag kl. 17. Tá verða ymsar framførslur og tónleikur at hoyra. Hesi tiltøk byrja 1. desember og enda 22. desember. Millum annað ber til at hoyra strúkiorkestur, dreingjakór, blásaranæmingar og floytiljóð úr Tórshavnar Musikkskúla, Kristiliga Sangkórið, Vágakórið og fleiri onnur, umframt at skipað verður fyri Luciagongu og felagssangi.

Gjørt verður vart við, at nakrar tíðir nakrar dagar eru tøkar í kalendaranum. So hevur nakar hug at luttaka við onkrumtónleikatiltaki, so er beinanvegin at seta seg í samband við marjun@torshavn.fo ella ringja á tel 224086. Tit eru vælkomin at velja ein ella fleiri dagar.