Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Leigusáttmáli undirskrivaður um lendið undir nýggju bygningunum í Miðhoydølum

Í gjár undirskrivaðu Tórshavnar kommuna og Innlendismálaráðið við ávikavist Heðin Mortensen, borgarstjóra og Kára P. Højgaard, landsstýrismanni,  leigusáttmála um ein lítlan part av matr. nr. 1338 í Tórshavn.

Tað snýr seg um lendið undir nýggju bygningunum, sum eru reistir á gróðurstøðini í Miðhoydølum, eftir at Løgtingið í fjør játtaði pening til endamálið. Nýggju bygningarnir eru komnir í staðin fyri niðurtiknu minkahallirnar.

Bygningarnir hava stóran týdning fyri raksturin á gróðurstøðini og verða alment tiknir í nýtslu týsdagin kl. 15:00.