Leigumál í Miðlon umbyggjast fyri 3,6 mió. kr.
Tað fer samanlagt at kosta kr. 3.665,500 at umbyggja hølir til tríggjar læknar í Miðlon. Umbyggingin kann fara fram yvir ár, so árligur kostnaður av hølunum koma upp á kr. 1.004.530 fyri leigu og umbygging. Málið varð tó tikið av skrá á býráðsfundinum í Havn, hóskvøldið.
Lýsing av málinum - samandráttur:
Almanna- og heilsumálaráðið játtaði fyri tið síðani at normera 10. og 11. kommunulæknastarvið í Suðurstreymoyar Læknadømi, men bíða hevur verið við at lýsa størvini leys, til kommunan hevði viðtaluhøli til taks.
Umsitingin hevur arbeitt við ymiskum møguleikum og hevur eisini verið í samráðingum við P/f. Miðlon um at leiga høli til 3 læknar á aðru hædd í Miðlon.
Ráðgevi hevur fyri útleigaran latið gera innrættingaruppskot, har serligur dentur er lagdur á møguleikar til samstarv, fakligt umhvørvi og felagsfunktiónir. Uppskotið hevur støði í høliskrøvunum sambært kunngerð nr. 64 frá 29. september 2004 um støðið, viðlíkhald, rakstur v.m. av viðtaluhølum hjá kommunulæknum; álitinum um nýggja kommunulæknaskipan handað landsstýrismanninum í heilsumálum í desember 2010, har serligur dentur er lagdur á, at kommunulæknaviðtalur skulu skipast í størri eindir; og ráðgeving frá lækna um arbeiðsgongdir v.m.
Leigukostnaðurin er kr. 980 um árið. Umbyggingarkostnaðurin er mettur til kr. 3.665.500, og verður afturgoldin yvir eitt ávíst áramál.
Talan er um stórt leigumál. Mett verður tí skilabest at gera ein 10 ára leigusáttmála við møguleika at leingja hann. Mett verður eisini skilabest, at umbyggingarkostnaðurin verður afturgoldin yvir 10 ár.
Støða verður seinni tikin til, hvørjir læknar skulu fáa í boðið at flyta inn í Miðlon. Ætlanin er at kommunulæknin, sum hevur viðtaluhølir í J. Paturssonargøtu, eisini flytir í Miðlon.
Samlaður árligur kostnaður verður við hesum:
Leigukostnaður kr. 637.980
Umbyggingar
kostnaður
v/mvg kr. 366.550
kr. 1.004.530
Leigukostnaðurin verður prístalsviðgjørdur. Neyðugt er við hægri játtan til kommunulæknaskipanina í 2012.
Heilsumálaráðið hevur givið endaliga váttan fyri, at tveir kommunulæknar verða settir afturat í Suðurstreymoyar Læknadømi, tá hølir verða tøk til tess – tó í fyrsta lagi 1. desember 2011.
Tilmæli:
Trivnaðarstjórin og sosialdeildarleiðarin mæla til at gera 10 ára sáttmála við P/f. Miðlon um at leiga 651 fermetrar til 3 kommunulæknar
Bogi Andreasen luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.
Sosiala nevnd 20.september 2011: Samtykt at mæla býráðnum, um fíggjar¬nevndina, at taka undir við tilmælinum.
Fíggjarnevndin 26. september 2011: Útsett til nærri kanningar.
Býráðið 29. september 2011: Tikið av skrá