Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Leiðsluviðurskiftini á Psykiatriska Deplinum

Tað vóru ófrættaboð vit fingu í tíðindasendingini í dag, at vit í nærmastu framtíð, møguliga ongan leiðandi psykiatara hava á Psykiatriska Deplinum.

Grundgevingin er, at søkjast skal enn einaferð eftir leiðara til Psykiatriska Depilin og hetta skal gerast sum meginregla, tá bara ein umsøkjari er til eitt starv. Hvat um ongin umsøkjari er næstu ferð ella bara ein umsøkjari søkir starvið aftur, skal so haldast fram við at søkja? Annars eiga øll leiðslustørv innan ta almenna at verða tíðaravmarkað.

Tað er eitt krav, at stabilitur er innanfyri psykiatriska økið og at tað virkar ótarnað av skiftandi leiðslu o.a.

Fyri fáum døgum síðani hava vit fingið upplýst, at bíðilistin til børn og ung er styttur, og at framhaldandi verður arbeitt við at stytta bíðilistan. Arbeitt verður eisini við at víðka um økispsykiatriina, til fleiri øki. Hevur ein fylgt við á psykiatriska økinum, eru markantar broytingar hendar og forstáilsi millum fólk um sálarsjúku er nógv broytt.

Sálarsjúka er tíbetur javnstillað við aðrar sjúkur, sum eisini krevja skjóta viðgerð. Eg ivist onga løtu í, at leiðandi yvirlæknin Tórmóður Stórá hevur verið við til hesar broytingar - hann og hansara starvsfólk hava gjørt eitt megnar arbeiði.

Eg fari at heita á Karsten Hansen, landsstýrismann, um at seta seg inn í málið og sum skjótast fáa í lag eina loysn, soleiðis at vit ikki koma út í eitt leiðsluloysið á Psykiatriska Deplinum.

Rósa Samuelsen

Løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin