Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Leiðslustevna og hósvíkingur kendi seg kallaðan til Íslands

Í Kristiligu Tíðindasendingini fyri tveimum vikum síðani høvdu vit eitt tíðindainnslag um GLS-leiðsluráðstevnuna í Norðurlandahúsinum, sum verður nú í januar. Av tí, at hetta verður seinasta tíðindasending áðrenn GLS, ynskja vit at koma við eini sokallaðari GLS-áminning. GLS stendur fyri Global Leadership Summit, sum merkir ALTJÓÐA LEIÐSLURÁÐSTEVNAN.

Kristiliga Tíðindatænastan                    
v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com
SKRIVAÐ: Malaga Spanien,
pjd 02.09.2019

Nú eru tað ikki mangir dagar til GLS-leiðsluráðstevnan fer av bakkastokki fríggjadagin og leygardagin 18 – 19 januar. Pláss er fyri umleið 400 luttakarum, og til dags dato hava umleið 250 melda luttøku, sum enn er opin. Um ein ynskir at melda til, so kann tað gerast á GLS.fo ella á tlf: 289796. Kostnaðurin fyri báðar dagarnar eru 1.400,00 krónur, og tá er íroknað morgunmatur, døgurði, drekkasteðgir og arbeiðsmappa. 

GLS-Stevnan í ár verður tann tólvta i røðini síðani 2008, tá fyrsta GLS-leiðsluráðstevnan varð hildin í Føroyum. Stevnan hevur altið verið væl vitjað av fólkum í øllum aldri um øll samkomumørk og eisini frá øllum løgum í samfelagnum, og Stig Elttør, sum er formaður í nevdini, sigur við Kristiligu Tíðindasendingina, at hann roknar við góðari luttøku aftur í ár. 

BILL HYBELS IKKI VIÐ
Stig Elttør sigur, at tann stóra broytingin í ár verður, at stovnarin av altjóða GLS- tiltakinum, Bill Hybels, sum altið hevur verið tann, ið hevur sett stevnuna, og sum stevnuluttakararnir altið hava sæð fram til, er ikki longur ein partur av GLS-tiltakinum, og verður tí ikki at hoyra í Norðurlandahúsinum í ár. Kristiliga Tíðindasendingin hevur skilt, at formaðurin í føroysku GLS-nevndini, Stig Elttør, kemur at greiða luttakarunum frá viðurskiftunum í samband við Bill Hybels.

Aftur í ár verður luttøka við fleiri føroyskum tónleikarum og tónleikabólkum, so sum Petur Háberg, bólkurin VSJ og Maria á Lakjuni. Eisini verður felagssangur á skránni. Tað verða tey bæði, Heri Kjærbo og Margaret Dalheim Djurhuus, ið vera stevnuleiðarar. 

Møguleiki verður at keypa bøkur, sum fyrilestrarhaldararnir hava skrivað, og fleiri av teimum eru bestseljandi rithøvundar á bókalistanum hjá New York Times. 

Undanfarnu ár hava fyrilestrarnir altið verið til sølu á fløgu, sum  hevur verið til keyps á stevnuni. Í ár verða fyrilestrarnir ikki á fløgu, men ístaðin verður møguleiki at ogna sær fyrilestrarnar á geyma. 

SKRÁIN
Skráin fyri stevnuna liggur nú á heimasíðuni hjá GLS, og har sæst, at morgunmaturin er báðar dagarnar frá kl.08:00 til 09:00, og at Tóra við Keldu kemur at hava sín fyrilestur fríggjadagin kl.15:00, og at samrøðan við Hildu Viderø verður leygarmorgunin kl.09:00

Kl.16:00 leygardagin er tólvta GLS-leiðsluráðstevnan av á hesum sinni, og sum vanligt hevur verið, ber til longu tá at melda seg til GLS 2020. 

----------

HÓSVÍKINGUR TIL ÍSLANDS 
- kent seg kallaðan

Fyrr í ár frættist, at Hósvíkingurin Ólavur Jacobsen hevur fingið kallið at fara til Reykjavíkar at virka sum trúboðari. Ólavur er 49 ára gamal og er giftur við Vónbjørt, sum er ættað úr Kollafirði. Tey eiga tríggjar vaksnar døtur: Jónvør, Sissel og Váreyð. Ólavur er útlærdur  elinnleggjari og hevur starvast sum mekanikari hjá Faroe Ship.

Ólavur sigur við netavísina Trúboðan: “Eg havi gingið við einum trúboðarakalli í fleiri ár, og havi biðið Gud vísa mær, hvar hann vil brúka meg!” Tá Ólavur fekk fyrispurning frá Sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík, um at taka við kallinum har, so var hann ikki í iva, men tók kallið á seg við tað sama.

Tænastan hjá Ólavi verður fjølbroytt við tað, at hann afturat arbeiðinum á Sjómansheiminum, sum umfatar andaktir og føroysk møtir, eisini skal virka millum føroyingar bæði í Reykjavík og aðrastaðni í Íslandi, og kemur eisini at vitja umborð á føroysk skip og at vitja føroyingar, sum liggja á sjúkrahúsi í Reykjavík. Men tey koma at virka í og út frá Sjómansheiminum Ørkin, har Ólavur kemur at hava sítt fasta tilknýti. Fyrstu tíðina koma tey at búgva á Sjómansheiminum.  

At seta ein trúboðara í starv á Ørkini er eitt ynski, sum stýrið hevur havt í fleiri ár, sigur stýrisformaðurin Jonhard Joensen. Ólavur kemur tí ikki at virka sum stjóri ella hava ábyrgd av tí umsitingarliga, men kemur burturav at taka sær av tí andliga arbeiðinum í og út frá Ørkini. 
 
Tollaksmessudag var stórur dagur í nýrenoveraðu kirkjuni í Hósvík, bæði fyri kirkjufólkið og fyri Ólavur og familjuna. Gudstænastan var sett at vera kl.15:00 og var lýst sum  útsendingargudstænasta fyri Ólavi og konu hansara Vónbjørt. Tað var sóknarpresturin í Norðstreymoyar prestagjaldi Bergtórur Hjelm Bjerkhamar, sum prædikaði. Eisini luttóku onnur við upplestri av bíbliutekstbrotum. Síðani var forbøn fyri Ólavi við handaálegging.

Kristiliga Tíðindasendingin hevur tosað við Ólavur í telefonini, og tá var hann staddur í Reykjavík. Hann kom til Reykajvíkar týsdagin 07. januar. Ólavur sigur við Kristiligu Tíðindasendingina, at hann hevur eina royndartíð upp á hálvt ár, og at fyrsta tíðin verður at bróta upp úr nýggjum, tí talan er um eitt nýtt virkisøki hjá føroyska Sjómansheiminum í Reykjavík. 

Um onkur veit um føroyingar, sum eru í sjúkraørindum í Reykjavík, so er ein vælkomin at boða frá hesum til Ólavur Jacobsen, føroyskur Trúboðari í Reykajvík.

Kristiliga Tíðindasendingin ynskir Ólavi til lukku og Harrans signing við nýggja trúboðaraverkinum.