Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Leiðslan leypir starvsfólkini um

MEDÁVIRKAN: Nýggj kanning, ið Gallup hevur gjørt fyri Starvsmannafelagið, vísur, at limirnir ov sjáldan verða tiknir við upp á ráð, tá broytingar skulu fremjast á teimum almennu arbeiðsplássum. Sáttmálarnir eru annars greiðir. Verða avgerandi broytingar framdar á arbeiðsplássinum, skulu starvsfólkini gjøgnum síni álitisumboð takast við í tilrættaleggingin av broytingunum. Enn er langt eftir á mál at fáa nøktandi medávirkan
 
Bjørg Jacobsen, nevndarlimur í Starvsmannafelagnum
 
Kanningin hja Gallup vísir, at umleið ein triðingur av teimum, ið hava svarað, uppliva, at tey antin altíð ella ofta verða tikin við á uppá ráð, tá broytingar verða framdar á arbeiðsplássinum. Ein triðingur svarar, at tey onkuntíð verða tikin við,  og tann síðsti triðingurin svarar sjáldan ella ongantíð.
 
At tveir triðingar svara onkuntíð, sjáldan ella ongantíð, er ein ábending um, at ásetingin í sáttmálanum um, at starvsfólk hava rætt til, at teirra álitisfólk verður tikið við uppá ráð, tá avgerandi broytingar eru, ov oftani ikki verður hildið. Allar broytingar eru ikki avgerandi, og tí er ikki neyðugt at taka álitisfólkið við í allar broytingar.
 
Í kanningini verður eisini spurt um limirnir meta, um fráboðanir frá teirra leiðslu eru nøktandi. Her er úrslitið eitt sindur betri, sæð frá einum starvsfólkasjónarmiði. Her svara oman fyri 40% av teimum spurdu, at leiðslan kunnar í sera stóran mun ella í stóran mun, 35% svara lutvíst og 23% svara sjáldan ella ongantíð.
 
Úrslitið er vert at taka upp til viðgerar, tí tað samsvarar rættuliga væl við tað, sum felagið mangan hoyrir frá sínum álitisfólkum. Nevinliga, at leiðslan kunnar álitisfólk og starvsfólk um avgerðirnar, men tekur tey ofta ikki við í sjálva tilgongdina at fremja broytingarnar.
 
Til ber at siga, at hoyringin virkar, men tá ið umræður veruliga medávirkan á avgerðirnar, sum tiknar verða á arbeiðsplássunum, er eitt fitt petti eftir á mál.
 
Gott samstarv
Í kanningini verður eisini spurt, um samstarvið millum leiðslu og starvsfólk er gott, og her vísur kanningin, at limirnir meta sum heild, at samstarvið er gott. Her svara heili tveir triðingar av teimum, ið hava svarað, at samstarvið er altíð ella ofta gott. Ein triðingur svarar onkuntíð, sjáldan ella ongantíð.
 
At limirnir meta, at samstarvið til leiðsluna er gott, kann merkja, at útlitini eru góð fyri at álitisfólkini í størri mun enn nú kunnu verða tikin við uppá ráð, tá broytingar eru á arbeiðsplássinum.
 
Leiðslurættur og medávirkan
Vit liva í eini tíð, har broytingar henda skjótt og ofta, og er kravið til arbeiðsplássið at vera tilreiðar, at umstilla seg, tá broytingar henda. Men sjáldan henda broytingar smidliga, og ov oftani endar tað í stríði millum starvsfólk og leiðslu.
 
Stríðið er oftani millum leiðslurættin øðrumegin – altso rættin hjá leiðsluni at leggja til rættis, taka avgerðir og stýra – og hinumegin rættin hjá starvsfólkunum til medávirkan, sum tryggjaður er í starvsfólkarættinum, fyrst og fremst í sáttmálunum. Eisini eru orðingar í starvsfólkapolitikki landsins um kunning og medávirkan.
 
Hesi bæði rættindini eru til staðar á einhvørjum arbeiðsplássi, og skulu hesir rættindi virðast av báðum pørtum. Eins og starvsfólk skulu skilja og virða, at tað er leiðslan, ið tekur avgerðir, so skal leiðslan virða rættin hjá álitisfólkunum at verða tikin við, áðrenn avgerðin um stórar broytingar verða tiknar og settar í verk.
 
Samstarv gagnar avgerðunum
Í Starvsmannafelagnum fáa vit tíverri ov ofta at vita frá álitisfólkunum, at ístaðin fyri at verða tikin við uppá ráð, áðrenn avgerðirnar verða tiknar, so verða álitisfólkini kunnaði, eftir at avgerðin er tikin. Hetta setir álitisfólkini í eina keðiliga støðu, við tað at tey mugu átala skeivleikar ella manglandi atlit, og tá kann tað tykjast sum eitt álop á leiðslurættin, tí tey mugu brúka sína eftirlitsskyldu ístaðin fyri at virka fyri samstarvi.  
 
Endamálið við, at álitisfólk skulu takast við uppá ráð, áðrenn avgerðir verða tiknar, er, at leiðslan hevur neyðugt innlitið og vitanina um arbeiðið, so at hon kann taka øll neyðug atlit í eini broytingarætlan.
 
Álitisfólk hava tvær uppgávur, onnur er at tryggja at sáttmáli og lógir verða hildin og hin er at arbeiða fyri best møguligum samstarvi millum limir og leiðslu.
 
Sjálvt um álitisfólkini ikki hava nakran avgerðarrætt, so hava tey rætt at verða við í tilrættisleggingini í samband við eina avgerandi broyting. Álitisfólkini kunnu verða eitt gott amboð hjá leiðsluni at brúka í samband við broytingar á arbeiðsplássinum, tí tey kunnu virka fyri, at broytingarnar verða meiri smidligar og neyðug atlit verða tikin í broytingartilgongdini.
 
Álitisfólkini kunnu tá eisini verða umboð fyri sjálva broytingina í dagliga arbeiðinum, so broytingin verður meiri kjølfest á arbeiðsplássinum.
 
Nakað eftir á mál
Samanumtikið kann sigast, at enn er eitt vet eftir á mál, áðrenn ásetingin í sáttmálanum um, at álitisfólkið skal takast við uppá ráð, áðrenn avgerandi broytingar verður framdar.
 
Men eg meti, at tá samstarvið og kunningin millum leiðslu og starvsfólk er nøktandi, so eru útlitini fyri at fáa hetta at virka góð, soleiðis at báðir part verða við í arbeiðinum at flyta arbeiðsplássið frameftir. Tað er meira motiverandi at arbeiða fram ímóti nøkrum og verða við í broytingini, enn at fáa hana kroysta yvir høvdið.
 
Haraftururat siga allar nýmótans trivnaðar- og stressteoriir, at tað hevur stóran týdning fyri tann einstaka, at hava ávirkan á sítt arbeiði og at arbeiðið er forútsigiligt. Forútsigiligt nýtist ikki at merkja, at einki skal broytast, men heldur at ein er vitandi um og er við í broytingini.
 
Neyvan verður hetta lætt at fremja í verki, men eg haldi, at tað er neyðugt at hendan ásetingin í sáttmálanum verður tikin í størri álvara til frama arbeiðsplássið sum heild, og eiga báðir partar líka stóra ábyrgd av at fáa hetta at virka eftir ætlan.
 
Tølini, sum hendan greinin byggir eru úr trivnaðarkanning, sum Gallup Føroyar gjørdi fyri Starvsmannafelagið fyrr í ár. 713 limir í Starvsmannafelagnum svaraðu.
 
Hetta er aðru ferð at Starvsmannafelagið ger hesa trivnaðarkanning millum sínar limir. Fyrru ferð var í 2013.  Tað eru somu spurningar, ið limirnir hava svarað uppá í báðum kanningunum.
 

FAKTA: Kunning og medávirkan
§ 2 í sáttmálunum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eru soljóðandi:
 
Tá ið avgerandi broytingar verða gjørdar í arbeiðsgongdini ella umsitingini á einum stovni, skal starvsfólkið hava boð um hetta í góðari tíð fyri at fáa høvi til at vera við í tilrættaleggingini. Krevja tílík tiltøk eftirútbúgving, skulu starvsfólkini hava høvi til at fáa neyðuga eftirútbúgving, so tey kunnu røkja hesi arbeiði.
 
Stk. 2. Álitisfólkið skal hava skipanarreglur (organisatiónsskipan/starvslýsingar) fyri viðkomandi stovn, eins og álitisfólkini skulu takast við í ráðleggingina, tá ið broytingar verða gjørdar sbrt. stk. 1.
 
Stk. 3. Á øllum almennum stovnum verður sett ein samstarvsnevnd, har leiðsla, álitisfólk og varaálitisfólk sita, sum skal hava innlit í øll viðurskifti, sum hava við stovnin og uppgávur hansara at gera. Leiðslan søkir sær ráð hjá samstarvsnevndini, áðrenn avgerðir verða tiknar.
 
Starvsfólkapolitikkur landsins hevur eisini ásetingar um kunning og medávirkan. Har verður m.a. sagt:
 
Umboð fyri starvsfólkini eiga at fáa høvi at luttaka í broytingararbeiðinum, í tann mun broytingin loyvir tí. T. e. vera við til at fremja broytingarnar, og verða tikin við upp á ráð, t.d. hoyrast og hava møguleika at gera tilmæli - eisini ávegis - undir skipaðum kørmum, sum eru avtalaðir frammanundan.
 
Allir partar eiga at vísa positivan samstarvsvilja. Men eru ósemjur, sum ikki ber til at koma ásamt um, hevur leiðslan rætt til einvegis at gera av, um broytingar skulu fremjast, eins og tað er leiðslan, ið ábyrgist fyri avgerðirnar.