Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Leiðslan í Tryggingarfelagnum tekur í egnan barm – og tó ..

Stutt undan jólum var eykaaðalfundur í Tryggingarfelagnum, har lógarbroytingar vóru á skránni. Høvuðsbroytingin var, at møguleiki nú er fyri, at yvirskot kann lutast út til tryggingartakararnar sum vinningsbýti. Men nevndin hevur tó avgerðarrættin

Stutt undan jólum var eykaaðalfundur í Tryggingarfelagnum, har uppskot til viðtøkubroyting, sum gevur møguleika fyri at útluta vinningsbýti til tryggingartakararnar, bleiv viðtikið. Hóast hetta helst er størsta frambrot í 75 ára longu søgu Tryggingarfelagsins, hevur hetta fingið lítla umrøðu í fjølmiðlunum.

Eginognin komin upp á 2,5 mia. kr
Í ¾ øld hevur Tryggingarfelagið, sum bleiv stovnsett orsakað av seinna verðaldarbardaga við monopolrætti, fyri at tryggja tryggingartakarunum eina góða og bíliga trygging, savnað saman eina formúu, sum nú er áleið 2,5 mia. kr. Og sostatt ein av fíggjarligu máttmiklastu fyritøkum í landinum.

Eginogn Tryggingarfelagsins frá 1940-2014. Tølini fyri 1990-95 havi eg ikki kunnað fingið

At hetta skuldi gerast endamálið við tryggingini, mundu teir, sum stovnsettu tryggingina, neyvan hava ímynda sær og tí er tað at fegnast um, at nú er leiðslan loksins komin til tað úrslit, at nú er nokk savnað saman, og at tryggingartakarin endiliga kann fáa lut í vinninginum av virkseminum.

Sama uppskot felt 2 ferðir
Tað margháttliga í hesum uppskoti er tó, at sama uppskotið tvær reisur fyrr hevur verið lagt framm og felt. Havi sjálvur lagt hetta uppskotið framm hesar báðu ferðirnar – fyrru ferð á aðalfundinum í 2014 og seinnu ferð á aðalfundinum í apríl í 2015. Báðu ferðina bleiv uppskotið avvíst av orðstýrara (valdur av nevndini) sum tann reini øðrskapur.  Fyrru ferð fekk uppskotið 10% av atkvøðunum á aðalfundinum og seinnu ferð 20%. Men nú knappliga leggur nevndin sama uppskot framm og nú er uppskotið so gott og hevur so stóran skund, at innkallast má til eykaaðalfundar! Og uppskotið fekk nú knappliga 100% av atkvøðunum!

Nevndin setur hámark
Men tíverri stýrir nevndin aðalfundunum, við tað at nevndin veldur fundarstjóran og við ikki at loyva aðalfundinum at atkvøða um partsuppskot, var bert møguligt at atkvøða fyri útlutan samstundis sum nevndin setir hámark á støddina, sum ikki kann hækkast av aðalfundinum.

Hetta er tó eitt sera positiv átak, sum eigur at verða fylgt upp av Umboðsráðnum, sum umboðandi tryggingartakararnar er hægsti myndugleiki í felagnum. Soleiðis eiga m.a. hámarksreglan hjá nevndini at verða broytt á einum komandi aðalfundi.

Nevndin stýrir aðalfundum
Sama er við reglunum um, at nevndin velur fundarstjóra. Í veruleikanum stýrir nevndin aðalfundinum gjøgnum fundarstjóran (nakrir advokatar gera og siga jú tað, teir fáa pening fyri). Havi eins og við uppskotinum um útlutan tvær reisur sett uppskot framm um at broyta reglurnar um val av fundarstjóra, soleiðis at tað er aðalfundurin, sum velur fundarstjóran, men uppskotið fekk eins og við uppskotinum um útlutan bert ávikavist 10 og 20% undirtøku.

Johan Petersen, umboðsráðslimur