Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Leggur góðan altjóða leist

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, er fegin um nýggja sáttmálan millum Føroya Tele og tvey altjóða oljufeløg.

- Í landsstýrinum fegnast vit almikið, tá føroyskar fyritøkur standa seg væl. Nýggjasta framstigið hjá Føroya Tele er onki undantak - tvørturímóti.

Hetta sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í viðmerking til, at tað hevur eydnast Føroya Tele at gera avtalu við oljufeløgini Maersk Oil og Hess um veiting av fjarskiftistænastum í Norðsjónum.

Landsstýrismaðurin staðfestir, at tað hevur stóran týdning, at føroyskar fyritøkur - privatar sum almennar - hava áræði at halda seg framat uttan fyri Føroyar.

- Føroyingar og fyritøkur, sum hava dirvi at bjóða seg fram uttan fyri landoddarnar og koma heim aftur við góðum úrslitum, siga ofta somu søgu um, at vit eru minst líka dugnalig og sterk sum hini. Føroyskar fyritøkur hava førleikarnar og eru kappingarførar, tað hava vit sæð ferð eftir ferð.

- Felags niðurstøðan tykist vera, at einasti veruligi munurin er, at tey eru fleiri í tali enn vit. Tað er mín vón, at støðugt fleiri fyritøkur og einstaklingar í Føroyum fara at brúka júst henda mun og gera hann til ein fyrimun, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.

Landsstýrismaðurin vónar, at samstarvið millum Føroya Tele og tey bæði oljufeløgini fer at hepnast so, sum nýggi sáttmálin leggur upp til.

- Roynist hetta væl, so hevur Føroya Tele lagt ein góðan altjóða leist, sigur Johan Dahl, ið m.a. varðar av fjarskiftismálum í landsstýrinum.