Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Leggja aftur til brots í býráðnum

Jógvan Arge, varaborgarstjóri og býráðslimur fyri Tjóðveldi:

Nú byrjar eitt nýtt skeið í Tórshavnar býráð. Ein flokkur hevur meiriluta einsamallur, men hevur boðið okkum øðrum, sum vórðu vald í Tórshavnar býráð, upp í eitt breitt samarbeiði.

Teir formligu karmarnir um hetta samarbeiði eru settir við skipan av formansskapi og nevndum og eini ávísari umskipan av nevndarbygnaðinum, sum hevur við sær, at tær føstu nevndirnar verða heldur færri, men fáa afturfyri víðari málsøki.

Eitt tak verður at leggja til rættis nevndararbeiðið, so tað verður yvirkomiligt, nú nevndirnar hvør sær skula varða av víðari øki, enn tær hava havt frammanundan.

Ætlanin við umskipanini er at fáa smidligari málsgongdir og skjótari avgreiðslu. Tað fer at hava við sær, at mál, sum hava kravt nevndarviðgerð áður, í ávísan mun verða løgd til umsitingina at avgreiða eftir politiskt settum meginreglum.

Nógv mál í teknisku nevnd

Í samarbeiðsavtaluni millum allar flokkar varð serligur dentur lagdur á tríggjar nevndir.

Tekniska nevnd fer nú at fevna um alt tað tekniska økið. Sostatt verða byggi- og býarskipanarnevndin og heilsu- og umhvørvisnevndin lagdar saman við gomlu teknisku nevnd, ið serliga tók sær av vegum, ferðslu, kloakkum, vatni, bussleið og slíkum.

Nú skal hon eisini taka sær av heilsu- og umhvørvismálunum, sum hava troðkað meir og meir á hesi seinastu árini. Hartil skal hon taka sær av byggimálum og býarskipanarmálunum, sum einsamøll hava verið sera stórt og krevjandi málsøki í býráðnum.

Fari at ynskja umsitingini og teimum sjey nevndarlimunum hepna hond við hesi bygnaðarligu samansjóðingini av tekniska økinum og minna tykkum á ikki at lata tey framlítandi málini hvørva í meldrinum.

Vinna og havnir

Í nýggja bygnaðinum verður havnarnevndin nevnd vinnunevndin. Dugi ikki at meta um, hvat hetta fer at merkja fyri havnarmálini, men havi skilt, at navnaskiftið skal signalera tann dent, sum býráðið nú leggur á vinnumálini.

Býráðið ásannar, at kommunan hevur ikki ráð til at halda seg burtur frá vinnumálunum. Høvuðsstaðurin fer ikki í longdini at tola afturgongd í framleiðsluvinnu og aðrari vinnu. Serliga umráðandi fyri kommununa er at eggja til nýtt vinnulív. Tað veri seg vinnur, har brotið verður upp úr nýggjum, og vinnur, sum dúva upp á ráevni, ið vit duga og eru von við at handfara.

Tórshavnar kommuna má vera úti um seg at borðreiða fyri vinnulívinum við møguleikum at reka vinnu og tjena pengar – eisini til felagsskapin. Samtykt er tíbetur at skipa eitt íbirtarahús í býnum og Tórshavnar havn hevur gjørt sítt til at fáa vinnulív í gongd aftur á Vestaru bryggju. Vit vænta okkum nógv av báðum átøkum.

Bygdirnar og menningin

Tann triðja nevndin, ið gjørt varð burturúr, er økisnevndin. Hetta átak verður gjørt ásannandi, at fráleikin frá Vaglinum út á bygdirnar kann vera ov stórur, um kommunan ikki raðfestir rætt.

Stór mál troðka á í bygdunum, skula tær fáa lut í javnbjóðis menning. Eitt tað torførasta hevur verið útstykkingar til bústaðir. Her má annað skil kom á, skulu stórar bygdir ikki stagnera og fara aftur eftir hæli sum dømi eru um í løtuni.

Bygdirnar treingja til góðar vegir og ferðslutrygg viðurskifti. Bygdavegirnir eru yvirhøvur gamlir, krókutir og smalir. Teir mugu dagførast ella endurnýggjast og málið eigur at verða tikið upp sum ein heild og raðfest yvir eina tíð.

Vetrarfriðing troðkar eisini á. Tað er eitt víðfevnt og kostnaðarmikið mál, men tað rennist ikki undan tí í allar ævir, tí okkara borgarar í bygdunum hava eisini krav upp á at liva í nøkurlunda friði fyri teimum ferføttu. Tað hoyrir tíðini til.

Jú, mangt og hvat er at hava í huga, nú lagt verður til brots aftur á Vaglinum. Hetta var bert ein lítil partur í sambandi við tær bygnaðarbroytingar, sum nú skula standa sína roynd.

---