Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Led Zeppelin Konsert

Led Zeppelin brak við íslendska bólkinum Dúndurfréttir. Bólkurin er at tónleikablaðnum Rolling Stone Magazine skýrdur besti Led Zeppelin cover bólkur nakrantíð í Norðurlandahúsinum, leygarkvøldið 31. marsk l. 21:45.

Stairway To Heaven, Kashmir, Whole Lotta Love, Black Dog, Immigrant Song, Since I’ve Been Loving You, Dazed And Confused, When The Levee Breaks...

Røðin av super sangum, ið øll kenna, er nærmast óendalig. Tónleikurin hjá Led Zeppelin er legendariskur og langt síðan vorðin partur av rokk-arvagóðsinum - partur av rokkílegunum, ið hava skilmarkað góðan rokk og framvegis liva víðari í dag. Tunga sveiggið hjá John Bonham, ið verður roknaður sum faddurin at harða-rokk-trummuspælinum, væl svingandi spælið hjá tónleikaliga-flogvitinum John Paul Jones á bassinum, út-av-hesi-verð-gittarriffini hjá Jimmy Page, og so sangurin hjá Robert Plant, sum framvegsi í dag setir standardin fyri góðum rokksangi.

Frá stovnanini í 1969 og til Led Zeppelin fór í søguna í 1980, skaptu teir fýra nakað av tí besta rokktónleiki, ið vit enn hava upplivað. Episki og sermerkti Led Zeppelin-rokkurin er rótfestur í einfalda uppruna blues-tónleikinum, men síðani formaður við breiðum og fjølbroyttum tónlistarligum íblástri heilt frá akustiskum fólkatónleiki til klassiskum kompositiónum, frá poppi til tungmálmi. Burtur úr hesum spretti ein fjøltáttaður og væl svingandi tónleikur, sum til tíðir er vakur og heitur og fullur av sál, til aðrar tíðir hvassur.

Íslendski bólkurin Dúndurfréttir er eftirhondini væl kendur í Føroyum. Hann hevur spælt tvær ferðir áður í Norðurlandahúsinum; fyrstu ferð saman við Føroya Symfoniorkesti, tá The Wall eftir Pink Floyd fekk yvir 2.000 fólk at leitað sær til konsertirnar; og seinnu ferðina í fjørð, tá ið bólkurin framførdi Dark Side of the Moon saman við føroyskum sangarinnum á tveimum fullsettum konsertum.

Teir, ið manna bólkin eru:

Matthías Matthíasson, sang & guitar

Pétur Örn Guðmundsson, sang & keyboard

Einar Þór Jóhannsson, guitar

Ingimundur Óskarsson, bass

Ólafur Hólm, trummur